Ítrottur Tíðindi

Jan Berner heldur fram

Borðtennissamband Føroya og svenski borðtennisinstruktørurin, Jan Berner, fara eisini at samstarva í 2019. Tað hava partarnir gjørt avtalu um, eftir at báðir partar hava verið væl nøgdir við samstarvið í júst farna ári og ynskja at halda fram.

Jan Berner hevur drúgvar royndir sum venjari og undirvísari kring allan heimin. Hann kennir eisini serliga væl til føroyskt borðtennis, her hann var landsliðsvenjari árini 2010 til 2014. Sum partur av einari nýggjari menningarætlan varð hann fyri einum ári síðani settur í starv sum ráðgevi hjá Borðtennissambandi Føroya, her hann hevur verið við til at menna bæði feløg og samband við eitt nú venjingarlegum, átøkum og skeiðum.

Báðir partar hava sum nevnt verið nøgdir við samstarvið higartil, og er tað natúrligt at samstarvið heldur fram. Nýggja menningarætlanin hevur eydnast væl fyrsta árið. Hetta er tó ein ætlan, ið framhaldandi skal arbeiðast við, og Borðtennissamband Føroya fegnast um, at Jan Berner heldur fram sum viðleikari í hesi ætlanini.

Kelda: www.btsf.fo

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *