Fiskivinna Tíðindi

Jákup B. inn við maskinskaða

Klokkan 04.00 sunnumorgunin kom Tjaldri inn við Jákup B. á Klaksvík, teir høvdu fingið maskinskaða og sum skilst, so høvdu teir brotið koblingina og eftirsum at teir lógu við kaj, so landaðu teir fiskin sum teir høvdu í lastini til Fiskamarknaðin Føroyar í morgun.

Teir høvdu 19.340 pund, tað mesta var hýsa og toskur. 9.840 pund hýsa og 6.960 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Teir byrjaði fiskiskap fríggjadagin, men mátti bróta túrin av vegna maskinskaða.

Nær teir fara til fiskiskap er óvist, men so skjótt, sum skaðin er afturgjørdur verður farið avstað.

Teir royndu norðan fyri Føroyar, tá ið teir fingu maskinskaða.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *