Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Ingimar Tór Thomsen formaður í Sandoyar Fólkafloksfelag

Í gjárkvøldi var aðalfundur hjá Sandoyar Fólkafloksfelag hildin í Samljóð í Skopun.

Fitt av fólki var komi saman og práti lívligt.

Hans Meinhard Midjord og Jógvan Joensen stóðu fyri vali. Jógvan vildi gjarna taka enn eitt skeið, so tað var bert Hans Meinhard som fór út.

Ístaðin fyri hann kom ein annar góður maður, nevnliga Jóhan Hendirk Petersen.

Síðan var nevndin skipað:.
Ingimar Tór Thomsen, formaður
Paul Klementsen, næstformaður
Jógvan Joensen, skrivari
Leif Krog Mortensen, nevndarlimur
Jóhan Hendrik Petersen, nevndarlimur

Limir í floksleiðsluni vórðu Ingimar Tór Thomsen og Leif Krog Mortensen valdir.

Síðan vóru annar og triði uppstillingarfundirnir avgreiddir. Eittans evnið var til uppstilling, og tað var Brandur Sandoy.

Fundarfólki á einum máli um, at stilla Brand Sandoy upp, og takkaði hann fyri álitið.

Vinarliga
Ingimar Tór Thomsen, formaður Sandoyar Fólkafloksfelag

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *