Lokal tíðindi Tíðindi Tónleikur

Í kvøld spælir Aqua á Vágsbø

Fimtandi Summar Festivalurin byrjar í dag

Í dag verða fyrstu almennu konsertirnar á fimtanda Summar Festivalinum í Klaksvík.

Stóra navnið í kvøld er hittbólkurin Aqua, sum fekk altjóða gjøgnumbrot við sanginum Barbie Girl og síðani hittaði við sangum sum Doctor Jones, Roses Are Red, Cartoon Heroes, Around The World og Back To The 80’s. Aqua spælir á Vágsbø kl 22:00.

Bólkurin JoKa hevur nógvar kendar sangir, men bólkurin gjørdist ongantíð veruligur live-bólkur. Tí verður tað ein framførsla av teimum heilt sjáldsomu, tá ið JoKa spælir á Summar Festivalinum í kvøld.

I kvøld ber eisini til at hoyra konsertir við Jasmin, Ólavi á Váli Olsen, Guðrun Sólju Jacobsen og Hitmen.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *