Ítrottur Tíðindi

Í dag byrjar FM á stuttgeil 2018 í svimjing

Klokkan 9.30 vera fyrstu innleiðandi umførini svomin á FM á stuttgeil 2018 í Svimjihøllini í Gundadali.

Sambært heimasíðuni hjá SSF, so eru 479 tilmeldingar til einstaklingakappingarnar og 46 til liðsvimjingina. 5 svimjilið luttaka.

Tíðarætlanin er hendan:
Fríggjamorgun 26. oktober frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
Fríggjadag 26. oktober frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
Leygarmorgun 27. oktober frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
Leygardag 27. oktober frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
Sunnumorgun 28. oktober frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
Sunnudag 29. oktober frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur

Beinleiðis úrslit og sjónvarp
Kringvarp Føroya sjónvarpar beinleiðis frá øllum finalum, allar tríggjar dagar.
Hartil ber til at at síggja startlistar, úrslitalistar og fylgja við úrslitunum beinleiðis her á Live Timing:, Klikk her: “Føroyameistarastevnan 2018 (25m), Svimjihøllin í Gundadali”.

Nú er at vóna at vit fáa eina góða og rættvísa kapping. Vónandi verður ongin ivasom kolldøming dømd hesaferð.

Vil ynskja Ægir eina góða kapping og vónandi fáa tit øll eitt super úrslit við nógvum persónligum metum á FM 2018.

Skráin sæst her, sjá herundir:

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.