Politikkur

HVÍ GER KVF MUN Á POLITISKUM FLOKKUM?

Opið bræv til Johnny í Grótinum, stjóra í Kringvarpi Føroya

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava havt sínar landsfundir norðuri í Klaksvík um vikuskiftið, og tað er ikki hissini, sum tíðindatænastan hjá KVF hevur gjørt burturúr.

Aftur og aftur hava vit hoyrt, hvussu javnaðarformaðurin er endurgivin beinleiðis úr røðu sínari. Møguliga eru drúgvu røðubitarnir tiknir úr stroymingini? Ella hevur ein kringvarpsmaður ella -kvinna verið á staðnum og hildið mikrofonini.

Landsfundurin hjá Tjóðveldi bleiv eisini varpaður út, har ið Høgni Hoydal útlegði tekstin.

Vit hoyrdu, hvussu Ingolf Olsen, tingmaður, varð endurgivin væl og leingi. Og so kom eisini ljóð frá Unga Tjóðveldi í Kringvarpið.

Og í dag kom so eisini ein propagandisk einarøða frá Jóannesi Eidesgaard, afturat tí hjá formanninum í Javnaðarflokkinum. Ikki ein einasti kritiskur spurningur.

MUNUR GJØRDUR Á FLOKKUM
Álvaratos, her ruggar ikki rætt. Øll munnu síggja, hvussu KVF ger mun á politiskum flokkum.

Tann 10. mars 2018 hevði Sambandsflokkurin ein góðan og áhugaverdan landsfund. Fleiri góðar og sigandi røður vórðu hildnar, og eisini vóru fleiri framúr áhugaverdar framløgur á skránni, m.a. um viðgerðartrygd, meirgóðsking í flakaframleiðslu og ein framløga um skeljaaling og havbit fyri laksi, ið kunnu gerast nýggjar føroyskar vinnur.

Somuleiðis var eisini forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, við á landsfundinum. Hann helt eisini eina góða røðu og bar eina heilsan til Sambandsflokkin.

Fleiri høvdu væntað, at landsfundurin, ið varð stroymaður beinleiðis um allar Føroyar, onkursvegna fór at hoyrast aftur í Kringvarpi Føroya. Í øllum førum nøkur brot.

Soleiðis bleiv tó ikki.

Tað einasta, ið frættist, var ein stutt samrøða við okkara formann. Somuleiðis eisini eitt interview við Lars Løkke Rasmussen.

Hví hoyrdist røðan hjá formanni Sambandsfloksins ikki, tá ið okkara landsfundur var? Hví skal KVF gera mun á flokkum?

Hví frættist einki frá formanninum í Unga Sambandi, ið helt eina heilt framúr góða røðu?

ER NØKUR STÝRING?
Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, hevur, eina stóra uppgávu at taka sær av. Slagsíðan er stór, og tá ið tíðindafólk ikki duga at síggja tað, má stjórin traðka til og tryggja, at munur ikki verður gjørdur á politiskum flokkum.

Tað tykist, sum at samgongan skal stuðlast í einum og øllum. Er tað rímiligt?

Hví verður røðan hjá formanni Javnaðarfloksins siterað í allar endar og kantar, meðan røðan hjá formanni Sambandsfloksins varð tagd burtur?

Hví verða tjóðveldisrøður endurgivnar vítt og breitt – beinleiðis úr stroymingini – meðan Sambandsflokkurin bara skal tigast burtur?

MANGLANDI PROFESSIONALISMA
Hetta er óhóskandi, óprofessionelt og ber týðilig tekin um, at KVF tekur summar flokkar fram um aðrar.

KVF-stjórin eigur at koma við einum erligum svari um, hví linjan er so ójøvn og skeiv, og hví KVF ikki viðgerð allar politiskar flokkar eins.

Øll sum vilja tað, síggja, at samgongan hevur fingið stóran fyrimun um vikuskiftið.

Her ruggar ikki rætt, og leiðslan í KVF eigur at fáa tíðindaflutningin á beint.

Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *