Tíðindaskriv

Hví er ikki krav til AIS skipan umborð á smábátum runt í Føroyum

Føroya Skipara-& Navigatørfelag undrast yvir, hví raðfestingin um trygd á sjónum er so ymiskt ræðfest sum hon er í dag.

Tað vísir seg, at okkara lóggáva sigur lítið og einki um trygd á sjónum, tá talan er um frítíðarbátar/smábátar og vatnskutarar og hetta óansæð stødd, men fyri vinnuligar smábátar longri enn 15 metur, so fellur hamarin og ein rúgva av krøvum eru galdandi.
Havast skal í huga, at Danir hava íverksett EU krøv Meddellese L sum umfata serkrøv fyri eitt nú vatnskutarar. Hetta kom nokk í gildið, grundað á eina vanlukku, sum hendi í Dannmark, so er spurningurin, hvar eru vit, tá tað snýr seg um trygd á sjónum og ikki minst tá vit tosa um bátastevnur o.s.v..

Í dagsins samfelag, so kann ein og hvør fylgja við, hvussu skipaferðslan runt verðina flytir seg. Vit kunnu síggja teirra kós og ferð, veðrið á leiðini, siglingarleið seinasta døgnið og mangt annað. Her heima hjá okkum síggja vit eisini AIS signalið á ymsu fiskiskipum og hvar tey eru til fiskarí og tílíkt. Hvussu langt er Smyril komin, tá ein skal umborð á hann, ella hvar er Norrøna komin og so framvegis.

Hví tosa um AIS og hví er hetta aktuelt fyri okkum, tá ein sær alt tað, sum er nevnt omanfyri. Jú vit í Føroyum hava eina blómandi ferðavinnu, sum nokk eisini fer at leggja á tann bógvin, at smábátar fara at verða leigaðir út til fiskitúrar ella stimtúrar. Somuleiðis hava vit eina tilbúgving, sum til eina og hvørja tíð skal verða klár til at veita sína hjálp og aftrat hesum, so fer skipafeðrslan runt okkara vøkru oyggjar nokk at vaksa, tá Norðvest leiðin verður opin fyri skipaferðsluni. Alt hettar hevur sínar vansar og mugu vit fyribyrgja, har vit kunnu.

Tá tað finnast skipanir, sum kunnu gera tað lættari fyri flest allar partar, so mátti ein lóg kunna verið sett í verk, sum ásetti, at allir smábátar og vatnskutarar, eins og skip í dag, skullu hava ein AIS umborð. Hettar ger, at skipaferðslan til eina og hvørja tíð verður tryggari, tí AIS skipanin uppgevur upplýsingar um mótgangandi ferðslu, sum gera tað nemmari at taka røttu avgerðina, so vit til eina og hvørja tíð vita og eru á sikru síðuni.

Av tí at vit í framtíðini eisini fara at hava eina blómandi ferðavinnu, sum hevur sínar avbjóðingar, so vil ein AIS skipan umborð á øllum smábátum og vatnskutarum gjørt tað møguligt at fylgt við, tá skip/smábátar og vatnskutarar fartast runt oyggjarnar, ella koma í óføri og tílíkt. Tilbúgvingin vildi havt tað nemmari fyri at funnið fram til positiónir og annað, sum hevur við slíkar støður at gera. Serliga, tá hugsað verður um vind og streym runt oyggjarnar í eini neyðstøðu.

Tað er umráðandi, at vit eru fyrivarin og ikki eftirsnarin. Vit mugu til eina og hvørja tíð tora at seta trygd fremst og gera vit tað, so hava vit gjørt okkara fyri, at syrgiligar lagnur ikki uppstanda á sjónum, sum kundu umgingist, tí tøknin er til at fyribyrgja slíkar hendingar.

Ólukkan, vit høvdu í Skopunarfyrði er allar helst eisini eitt prógv um, at var AIS skipan í smábátinum, so var hasin samanstoyturin sikkurt umgingin og eitt mannalív minni var farið á sjónum.

Vit skulu minnast til, at tað er nógv ferðsla runt oyggjarnar um summarið og um heystið eins og várið. Vit hava Bygdarstevnur, Bátastevnur, Tónleikafestivalar og annað, har bátur verður nýttur. Onkur keðilig hending hevur verið seinastu árini, men var ein tílík skipan í bátunum, so kundu støður spælt betur av.
Ein slík AIS skipan liggur ca. 6.000,- kr.

Vit kunnu eisini venda spurninginum. Hevur ein smábáta eigari ráð ikki at hava ein AIS umborð ? Ella hevur ein smábáta eigari ráð at hava ein bát og ikki seta trygd í fremstu røð?

Bátar verða keyptir í dag fyri stórar upphæddir, so sjálvandi hevur smábáta eigarin eisini ráð til at seta ein AIS umborð, so hann til eina og hvørja tíð hugsar um sína egnu trygd og trygdina hjá øðrum.

Fyri at fingið hettar í lag, so kundi lóggevnadi valdið gjørt eina lóg, sum ásetti, at hendan útgerðin var MVG frí, soleiðis at prísurin ikki er avgerandi fyri, um AIS verður sett í bátin. Tryggleiki má ikki gerast upp í pengum og tí vildi ein slíkur MVG fríður stuðul verið eitt gott tiltak frá landinum, samstundis vildi hettar átak gjørt tað skjótari fyri at fingið hettar umráðið dekkað.

Ein tílík skipan skuldi eisini verið krav til útlendingar, sum ferðast í fjøllunum, men har er nokk onnur, sum hava innlit í, hvussu hettar kundi verið gjørt.

Vegna
Føroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð
Formaður

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *