Ítrottur Tíðindi

Hvat hendur við vøllin í Djúpumýru?

Ein borgari bað meg fara og taka myndir av hvat gongur fyri seg við vøllin í Djúpumýru.

Sum skilst, so vera garðar tiknir niður og fluttur nakrar centrimetrar ein veg og hin vegin og nú er toli uppi hjá summum sum arbeiða á økinum. Har verkfrøðingarnir í Klaksvíkar Kommunu ikki kunnu bestemma seg og sjálvandi ilskast teir, um ein girðing ella betongarður skal brótast niður og so stoypast uppaftur nakrar centimetrar við síðuna av.

Ljósini eru heldur ikki komin upp enn og nú er tað fleiri mánaðar síðani at tey komu til landi.

Kanska Klaksvíkar Kommuna kundi komi við einari kunning og sagt okkum nær arbeiðið verður liðugt.

So verður tað gjørt.

SáH

Her nakrar myndir.

 

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *