Lokal tíðindi Tíðindi

Hvat ætlar Klaksvíkar Kommuna við Stangavegnum?

Strekkið á Stangavegnum frá omankoyringini oman á Stangabryggjuna norður til hús okkara er sum høvuðsvegur ígjøgnum bygt øki helst Føroya mest órøkta strekki. Tað hevur ligið sum ein skomm nú í mannaminni, og tað tykist ikki, sum kommunupolitikkarnir látast um vón. Tað er púra ábyrgdarleyst at hesin dvalin skal halda fram. Hetta er jú høvuðsvegurin til bygdirnar norðanfyri, til øll virkini, fyri nú eisini at nevna stóra virkið sum Bakkafrost byggir norðuri á Strond.
Ferðslan er øgilig, og hon veksur dag frá degi, og sum eg havi skrivað fyrr, so eru summir av bilførarunum á teimum stóru trailarunum og lastvognunum púra ábyrgdarleysir, teir koyra við ongum skili. Hvørgumegin vegin er gongubreyt, og ei heldur er á hesum strekkið so frægt sum ein gonguteigur (fótgangarafelti), soleiðis at fólk, sum skulu tvørturum vegin, kunnu føla seg trygg. Táíð hesir ovurstóru bilarnir við nógvari ferð koyra framvið her hjá okkum, er eitt øgiligt buldur at hoyra, og tað er ikki nógv avgjørt at siga, at húsini skelva. Tað kemst av tí, at beint omanfyri er eitt hol í vegnum (sum júst nú er í frægasta lag, tí teir frá tíð til aðra koyra eitt sindur av asfalt í, men undirlendið er so ringt, at tað sjúnkar) sum, táið bilarnar koyra tvørturyvir og niðurí, framkallar hetta buldrið.
Kanska er vón fyri framman, tí nú hava vit sæð, at nakrir lastvognar hava vippað nøkur tons av gróti omanfyri Samsonarsmiðju, lat okkum vóna at tað er byrjanin til nakað stórt, og vónandi er tað ikki bara ein fyribils uggi.
Tað er eingin ivi um, at ferðslan fer at økjast í framtíðini. Í dag hava vit aftur hoyrt um, at fleiri landspolitikkarar vilja framskunda tunlarnar Norður um Fjall, og tað er eisini uppá tíðina, at teir verða gjørdir. Men eg vóni ikki, at tey og teir, sum varða av og taka avgerðir, tað verið seg lands – sum kommunupolitikkarar, gera ta dáragerð, at mæla til at linjuføringin verður í Ánunum. Gerðabøur er sjálvsagt rætta loysnin. Alla aðrastaðni verður tosað um at “fordeila” ferðsluna, hoyr bara áneyðina hjá Tobba og Anniku, sum bæði tvey ikki vilja hava allan trafikkin ígjøgnum bygt øki, men gera alt fyri at spreiða hann.

Victor á Lakjuni, Facebook 22082018

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *