Heilsuverkið Lokal tíðindi Tíðindi

Hósdagin 10. oktober kl.19.30 verður hugnakvøld í býráðshúsinum í Klaksvík

Vit varpa ljós á sálarliga heilsu, har greitt verður frá hvussu sálarliga heilsan kann styrkjast. Beinta Klakstein bjóðar vælkomin og Anja Olsen greiðir stutt frá ABC fyri sálarliga heilsu. Kvøldið verður skipað soleiðis, at tað vera trý ymisk upplegg. Eitt nú kemur Pól Johannensen at greiða frá hvat tað at skipa fyri tiltøkum ger við hansara sálarligu heilsu. Aftaná bjóðar kommunan kaffi/te við onkrum afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Fyrr um dagin, frá kl 13.00 til 19.00 verður tiltak í Gloym Meg Ei

10. Oktober er altjóða sálarheilsudagur og í tí sambandi verður stórt tiltak í Østrøm í Tórshavn. Hetta tiltakið verður stroymað og víst í hølunum hjá Gloym meg ei, á Klaksvíksvegi 57.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Norðoya Kunningarstova

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *