Ferðavinna Lokal tíðindi Tíðindi

Horvna Rósan góð at hava við til Strondina, hvar enn tit eru

Tað eru tríggir mánaðir síðani, at eg gav nýggju bók mína, Horvna Rósan, út. Tað er altíð spennandi at hoyra og lesa, hvussu fólk taka ímóti. Her eru tvey ummæli, sum eg kann vera eitt sindur errin av og glaður fyri. 🙂


Ó-blaðið: Hanus Samró
Steintór Rasmussen hevur við bókini Horvna rósan skapt enn ein varða í føroyskari krimisøgu. Bókin er ikki bert sjáldsama spennandi. Steintór hevur serstakligan góðan og fínan penn. Stílurin er reinur. Orðalagið framúr. Søgan hongur saman úr enda í annan. Við at flætta huglagið og tankarnar hjá drápsmanninum uppí kaptitlarnar megnar Steintór at varðveita spenningin alla tíðina. Tú kanst ikki sleppa bókini. Søgan er hegnisliga sett saman. Eitt sætt meistaraverk. Tí stendur hon eisini mát við kendastu krimisøgurnar í norðurlondum.

KVINNA: Sissal Kampmann
Horvna Rósan er meir skaldakend enn undanfarnu tvær krimisøgurnar eftir Steintór, og tað klæðir henni. Hetta er ein bók, tú hevur trupult við at leggja frá tær. Søgan er ótrúliga væl samansett, og sum ein góð krimi skal, borðreiðir Steintór við morði, lygnum, falsi, vinalagi og óvæntaðum snúningum, eins og hann torir at viðmerkja tað, ið gongur fyri seg ímilum okkum á Føroya landi, uttan at leggja fingrarnar ímillum. Djarvt og gott við góðum samtíðarskaldskapi í Føroyum á føroyskum.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *