Fiskivinna Tíðindi Vinna

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, havt fund við sín norska starvsbróður í gjár

Í sambandi við uppsjóvarráðstevnuna Pelagisk Arena í Bergen í dag, hevði Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, fund við sín norska starvsbróður Per Sandberg, har teir báðir fingu høvi til at umrøða áleikandi mál landanna millum.

Serstakliga umrøddu teir føroyskt landingarbann uttanlands og komandi strandarlandasamráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel. Fiskimálaráðharrarnir báðir vóru samdir um, at Føroyar og Noreg hava fleiri týðandi mál at samstarva um, báðum londum at gagni og fer norski fiskimálaráðharrin tískil eftir ætlan at vitja Føroyar í næstu framtíð.

Á uppsjóvarráðstevnuni hittust høvuðsleikararnir í norsku fiskivinnuni, umframt fiskimálaráðharrarirnir báðir, har Høgni Hoydal hevði eina framløgu um nýggju føroysku sjófeingislógina og tær framtíðarhugsanir, ið liggja í sjálvari nýskipanini.

Kelda: www.fisk.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *