Tíðindi Tónleikur

HJARNAR í Løkshøll leygarkvøldið 5 mai kl.20:00

Ein forkunnug skrá við trimum rættum í Løkshøll

Kári Sverrisson er sangari, tónleikari og sangskrivari og hevur – bæði sum limur í slógbrótandi bólkinum Enekk, Bendum Spónum, og á egnum beinum latið úr hondum fleiri fløgur, samstundis sum Kári á sín sermerkta hátt eisini hevur bergtikið áhoyrarum á konsertum. Og tað verður eisini við egnum tilfari, høvi verður at hoyra og síggja nærverandi sangaran og tónleikaran Kára Sverrasson í Løkshøll.

Hjarnar byrjaðu at spæla í 1974, og longu fýra ár seinni vóru teir á konsertferð í Danmark. Farið varð aftur til Danmarkar í 1981, tá teir eisini innspældu sangin Breaking my heart, sum eisini var at hoyra á Radio Luxembourg á sinni.

Á konsertini í Løkshøll leygarkvøldið 5. mai, stillar Hjarnar upp við sterkastu manning: Karl Martin Samuelsen, sangur; Jógvan Olsen, tangentar og kór; Jørgin Dahl, tangentar og kór; Ólavur Øster, guitar og kór; Graham Stewart, guitar og kór; Eyðun Nolsøe, bass; og Hans Black, trummur.

Andras Sólstein kenna tey flestu frá útvarpssendingini Altso, samstundis sum hann eisini hevur roynt seg sum rithøvund. Og í báðum førum merkja vit tað skemtingarsama lyndi og at Andras er væl fyrireikaður. Hesir eginleikar hava eisini merkt rock fyrilestrarnar, sum Andras hevur hildið um eitt nú John Lennon og Bon Jovi.

Og Andras verður eisini á palli leygarkvøldið, har hann – í orðum og myndum, fer at siga okkum søguna um rock- og poppbólkin Hjarnar.

Harumframt verður serligt krydd á skránni. Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Torbjørn Jakobsen, fer á sín sermerkta hátt at leiða áhoyrararnar gjøgnum kvøldið, samstundis sum høvi eisini verður at síggja vinnandi FMA átakið “Gittartingið” á einari framsýning áðrenn, í steðginum og eftir konsertina

Atgongumerkir kunnu keypast her, klikk her: ” Konsert við Hjarnum løkshøll 5 mai kl. 20:00″

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *