Politikkur Tíðindi

Hevur Glasir størri týdning enn Tunnlar Norður um Fjall ella Fámjinstunnilin?

Tað tykist sum um, at bara pengarnir enda í Tórshavn, so kann alt lata seg gera.

Tað síðsta er, at Glasir skal hava  eina eykajáttan upp á 18,7 milliónir og haldi tykkum fast, 18,7 milliónir í eykajáttan og tað skal vera her og nú.

Frávik er gjørt fyri øllum tíðarfreistum og uppskot til eyajáttan verður løgd fyri tingi ídag.

Fær onki nakrar fylgjur í hesum døgum og seta tingfólk slett ikki spurningar við, hví eykajáttan uppá heili 18,7 milliónir skal játtast Glasi her og nú. Hetta er ræðuliga nógvir pengar og samberast kann við, at hetta er triðingur av Fámjinstunnlinum við tilhoyrandi vegum og hví skal Glasir blíva við at fáa pengar, tá ið, eitt nú Tunnlar Norður um Fjall og Fámjinstunnilin onki fáa.

Hvør hevur ábyrgdina av hesum oyslinum, tað má staðfestast áðrenn pengarnir vera játtaðir og tann ella tey, sum hava havt ábyrgdina av oyslinum, mugi sigast úr starvinum, slík fólk hava vit ikki brúk fyri.

Í juli 2017 fekk Glasir 113,5 milliónir eyka, tá var eisini biðju um eykajáttan og kostnaðurin til Glasir kom tá upp á 636,5 milliónir og tá ið man fór ígongd við byggingina uppá Glasir, segði lóggávan, at útreiðslurnar til Glasir ikki mátti fara uppum 523 milliónir.

Í tí eykajáttanini var flagtekjan hjá Rigmor Dam tikin við, flagtekjan og undirvísingaramboð kostaði tá 26,5 milliónir og eru hesir pengar brúktir smb. eykajáttanini tann 4. juli 2017 til flagtekju?

Útjaðarapolitikkarnir snork sova

Hetta má vera ein giltur møguleiki hjá útjaðarapolitikkarum at siga, “nú er also nokk við tykkum í Tórshavn”.

Tit hava fingið ein skúla, sum kostar langt omanfyri 600 milliónir krónir og nú má útjaðarin prioterast hægri.

Til seinasta val, kallaði ein kvinna í hesari samgonguni okkum í Norðoyggjum fyri “Mafian í Norðoyggjum”, her í Tórshavn verður ikki ein kvistur bygdur. Eg má bara spyrja, hvør er mafian nú?

Haldi eisini at útjaðarpolitikkarnir skuldi kravt nú, at skal Tórshavn hava fleiri milliónir, so skal Tunnlarnir Norður um Fjall byrjast nú og 60 milliónir til Fámjinstunnilin játtast, tí hetta eru piparnøtur ímun til tað sum verður brúkt av almennum pengum í Tórshavn, Bara Glasi og Landssjúkrahúsið eru langt omanfyri milliardina, so koma Hotellir, Skúlar á kajøkinum, Fróðskaparsetrið, Hoydalar, nýtt Barnaheim og ein kann blíva við, har 100tals milliónir vera brúktar.

Lat meg skera tað út í papp fyri tykkum útjaðarapolitikkarnum, nokk er nokk, nú skal Føroyar vera fyri allar Føroyar og ikki sum nú, har útjaðarin betalur 100tals milliónir til eitt stórt tómt hol í Tórshavn og har fiskivinnan er við at bløða út, av ovurhonds stórum avgjøldum, sum hendan samgongan krevur inn hvønn dag og næstan ongir penga enda aftur til okkum í útjaðarnum. Vaknið nú útjaðarapolitikkarnir, nú eiga vit tørn í útjaðarnum.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *