Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

One Reply to “Her kunnu tit skriva eina seinastu heilsan og minningarorð til Jógvan á Høvdanum yngra

  1. Klokkan er júst 03:06 hósmorgunin tann 10. januar 2019, hetta klokkaslettið farið eg altíð at minnast til, júst sama tíðspunkt mánamorgunin, tá byrjaði eg at leita eftir tær á alnótuni, ringja, messenger, facebook og tað gjørdi eg í samfull 16 tímar út í eitt. Vaknaði tað tíðspunkti og sá at tú ikki hevði við á netinum í 23 tímar og tá føldi eg innast inni, at okkurt mátti vera gali. Vit høvdu kontakt við hvønn annan hvønn dag og oftast um morgunin, tí vit báðir eru morgunmenn. Mamma ringdi óteljandi ferðir til mín og eg royndi alt hvat eg kundi at fáa fatur í tær og bað teg svara, “góði beiggi svara mammu”, men onki svar og eg bleiv við, eg skuldi finna teg, til endans slóð eg alarm til alla familjuna og vit øll at leita og longri dagurin gekk, meira bangin blivu vit, men tað løgna hendi, at teldan hjá tær vísti grønan prikk onkuntíð ígjøgnum dagin og so segði eg við mammu, at tú var til, tí teldan hjá tær var frá, men so var ikki, tú svaraði ikki. Klokkan 18:00 ringdi eg til Annbjørg, hon var stødd í Fuglafirði og hevði telefonnummur í London og hon fór so eisini í holt við at leita og tað gekk ikki long tíð, so ringdi Annbjørg til mín. Eg standi uttanfyri húsini hjá tær Símun og eg var við at svíma, tí tá visti umgangandi, at her var okkurt heilt gali og mítt ringasta anilsi bleiv til veruleika nøkur sekund seinni leyp Annbjørg um hálsin hjá mær og segði, “beiggið tín er deyður”. Ræðuligt skil, eg sum helt eg var sterkur og ikki græt, mátti lata míni følisir fáa frítt løb og tað hava tey eisini gjørt síðani, men eg má royna at vera harður og sterkur, eg havi mína og okkara familju at taka mær av og tað skal eg lova tær bróður, hana og okkara familju skal eg nokk taka mær av, alt tað eg eri mentir, men tú mást bera yvir við mær júst nú, nú eri eg sera veikur og gráti nógv, haldi ikki eg nakrantíð hava gráti so nógv og eg stúri fyri døgunum sum koma, føli alt er stoppa upp og at síggja familjuna í djúpari sorg er ræðuligt. Havi veri sera, sera, sera svakur inn á Gud og Jesus pápa, men eri byrjaður at biðja aftur og havi biðju teir báðar um hjálp…….Nógv fólk eru um okkum og tað er sera gott at hava góðar vinir í hesari sváru tíð…. Bróður, eg skal royna at gera mítt besta.

    Símun á Høvdanum

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *