Tíðindi

Heini O. Heinesen 80 ár í dag

Í dag fyllur Heini O. Heinesen 80 ár, heilsustøðan ikki so góð hjá Heina í dag, men fyri heilt fáðum árum síðani, var krút í manninum, hesum manninum sum kann kalla seg “Tann seinasti rætti tjóðveldismaðurin”.

Heini hevur verði nógv í politikki, bæði komunalpolitikki og landspolitikki. Hann var borgarstjóri í Kunoy frá 1977 til 2008, væraborgarstjóri frá 2009 til 2012 og aftur borgarstjóri frá 2013. Eisini hevur Heini umboða Norðoyggjar í løgtinginum frá 1984 fram til 2011, so sigast má at hann hevur verði ein aktivur persónur í tí føroyska samfelagnum.

Í 2011 var hendan upptøkan gjørd við Heina O. Heinesen, og enn tann dag í dag er hon áhugaverd og beinrakin.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *