Fiskivinna Tíðindi Vinna

Heðin Mortensen og Jógvan Skorheim fingu einki, eitt stórt 0

Tað má tykast sera tungt, hjá ávikavist Heðin Mortensen og Jógvan Skorheim, sum hava bjarga hesari vanlukkusamgonguni fleiri ferðir, at nú menningarkvoturnar blivu burturlutaðar, at størsti býurin í Føroyum og næststørsti býurin í Føroyum einki fingu, eitt stórt 0.

Hetta skrivaði Heðin Mortensen á sínum Facebook vanga tann 13. desember 2017:

MENNINGARKVOTUR OG ÆTLANIR FYRI HAVNINA
Í kvøld samtykti løgtingið endaliga løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi.
Í hesum sambandi í § 60 kunnu menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum økjum í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið á hesum økjum er stórt, fáa menningarkvotur. Beinleiðis økir eru nevnd í uppskotinum, og er Suðurstreym eitt av hesum økjum, sum skulu mennast og geva møguleikar fyri hesum fiskavirksemi. Persónliga vil eg hava virksemi á vestaru bryggju aftur beinanvegin, Bacalao.
Hetta letur seg gera nú, so ungfólk, aktørar o.o. bjóði tykkum fram og latið okkum sláa ring um Havnina og menna vestaru bryggju aftur til stórt virksemi. Hetta skal bert verða byrjanin til nakað størri her í Havn.

Heðin Mortensen, 13. desember 2017

Men tit báðir kunnu takka tykkum sjálvum fyri, hvussu støðan er ídag. Tit hava ferð aftaná ferð bjarga samgonguni og nú fáa tit sviðan at føla.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *