Lesarabrøv LØGTINGIд19 Politikkur

Háð og spott frá landsstýriskvinnuni í almannamálum

Hann, sum at sær tekur er ofta sekur” sigur orðatakið. Tað var bæði skuffandi og ikki sørt hugstoytt at lesa lesarabrævið hjá sitandi landsstýriskvinnu í almannamálum undir heitunum “Kom og tak synd í Fólkaflokkinum”.

Hetta niðrandi lesarabrævið undirstrikar netupp strategisku herferðina hjá Javnaðarflokkinum móti Fólkaflokkinum, sum undirritaða eisini bar fram í lesarabrævi. Hóast eg ikki nevndi landsstýriskvinnuna í almannamálum og hennara arbeiði við einum orði í mínum lesarabrævi, kennir hon seg rakta og nýtir høvi at leggja eftir mær sum fyrrverandi landsstýriskvinnu við almannamálum.

Onkursvegna má avrikslistin hjá undanfarnu samgongu á almannaøkinum pína landsstýriskvinnuna og Javnaðarflokkin. Man tað vera tí, at tað er ov lítið komið ígjøgnum á almannaøkinum, meðan Javnaðarflokkurin hevur sitið við róðrið?

Sambært landsstýriskvinnuni átti Fólkaflokkurin ongan lut í teimum verkætlanum, ið vóru framd í 4 ára setuni hjá mær sum landsstýriskvinnu, tí alt var fyrireikað frammanundan. Hetta er beinleiðis vreingjan av veruleikanum, og tað eiga landsstýrisfólk meiri enn onnur vera varin við at gera. Landsstýrisfólk virka undir lóg um ábyrgd landtýrismanna, eisini tá tað kemur til tað almanna rúmið.

Rósa Samulesen, sum var mín undangongukvinna var ein megnar kvinna, og legði hon eitt stórt arbeiði eftir seg m.a. øll ellis og røktarheimini ,ið vóru bygd kring landið undir hennara leiðslu. Hóast eg fekk høvi at opna øll hesi í míni tíð sum landsstýriskvinna, so nevndi eg ikki hesi á mínum avrikslista, tí eg kendi hetta sum hennara verk aleina. Eisini byrjaði hon arbeiði við lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum eg síðani sum landsstýriskvinna gjørdi liðugt og bar í gjøgnum løgtingið saman við samgonguni. Restin av málunum í omanfyrinevnda lista vóru framd undir leiðslu fólkafloksins á almannaøkinum. Sjálvsagt ger eitt landsstýrisfólk onki aleina, tí uttan eitt gott og gevandi samstav við hinar flokkarnar í samgonguni og uttan eitt gott og sterkt embætisverk hevði onki borið til.

Hinvegin kann annað dømi takast fram.
Undirritaða setti arbeiðið við vælferðarlógini í gongd, sum Eyðgunn Samuelsen tók yvir. Men orsakað av at landsstýriskvinnan ikki fyrr enn í tólvta tíma kom í Tingið við lógini, dettur hon nú burtur nú á Òlavsøku og verður tí ikki samtykt. Um Javnaðarflokkurin veruliga ynskti at fáa hetta týdningarmikla arbeiðið framt, átti hetta sjálvsagt at verið gjørt beinanvegin og borið í gjøgnum tingið, ístaðin fyri at bíða til í síðstu løtu, tá ongin meiriluti var aftanfyri samgonguna.

Tað má pína landsstýriskvinnuna øgiligt, tá hon ikki vil viðurkenna nakað gott hjá Fólkaflokkinum, og sigur hetta tíverri í sjálvum sær rættiliga nógv.

Eg skal ikki gera meg til talsman yvir, hvat er komið burturúr ella ei á almannaøkinum hetta samgonguskeiðið, men í búskaparligu bestu tíð í Føroyum og við 200 mió til útbyggingar á almannaøkinum standi eg spyrjandi, at tað ikki er komið meiri burturúr enn tað sama. Ì almanamálaráðnum sita sera dugnalig embætisfólk, so tað er ikki har, at trupulleikin liggur. Somuleiðis kann vera spurt, hvat landsstýriskvinnann ætlar at gera við tey 10,5 % av føroyra fólki, sum sambært Hagstovuni liva í fátærkaváða?

Hetta eru 2,6 % meiri enn í 2009. Spurningurin er áhugaverdur, men ístaðin fyri at svara hesum spuringum er tað lættari hjá landsstýriskvinnuni at leypa á Fólkaflokkin. Var tað onkur sum segði, “Keisarin er nakin” ?

Annika Olsen
Fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum og valevni Fólkafloksins til løgtingið

Tað var Annika Olsen, sum hevði ábyrgdina av, at 15 vardir bústaðir blivu bygdir í Klaksvík og búfólkini kundi seta búgv í teimum í november 2015 og játtanin helt, klikk grein her “Stórt hátíðarhalda fyri vardi bústaðnum á Mylnutún”

Tað er meira ein kann siga um Eyðgunn Samuelsen hesi fýra árini.

Gott kempa Annika Olsen

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *