Bráðtíðindi Ítrottur Tíðindi

Gull til Stjørnugentur 12 í B-steypakappingini

Ídag hevur B-hálvfinaluumfarið í steypakappingini fyri gentur 12 verið í Hoyvíkshøllini, har Stjørnan fyrst leikti eina sera javna hálvfinalu móti Neistanum a og vunnu við einum máli 8-7.

Finaludysturin gjørdist ein sannur gysari. Stjørnan kom ikki væl frá byrjan og í hálvleikinum var Stjørnan aftanfyri við 5 málum 3-8. Hvat venjarin Egil Johansen hevur sagt við genturnar í hálvleikinum vita vit ikki, men hetta var eitt heilt annað lið í kom út til seinna hálvleik. Verjuspælið var ikki at kenna aftur og tað, ið sterka verjan ikki megnaði at taka, tað tók málmaðurin, sum stóð ein branddyst í seinna hálvleiki. Stjørnan vann seinna hálvleik 7-1 og endaliga úrslitið gjørdist 10-9 til Stjørnuna.

Vit vilja ynskja okkara røsku gentum hjartaliga til lukku við gullinum!

Koyr á Stjørnan!

Kelda: Stjørnan

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *