Fiskivinna Tíðindi

Grind lagt beinini í Hvannasundi ídag

Klokkan var eitt sindur yvir trý, tá ið grindin legði beinini norðanfyri byrgingina í Hvannasundi. Nógv fólk vóru til drápið og tað gekk gott.

Umleið 15. min. gingu, so vóru umleið 100 hvalir dripnir. Har vóru 3-4 hvalir eftir, men eftir einari løtu, so segði sýslumaðurin Karl Johansen, at teir skuldi gevast at drepa og lata teir fara.

Eitt sum eg helt vera ov langt úti við grindadrápinum hesaferð og eg haldi tað er fyrstu ferð eg havi sæð tað, tað var at vatnskútari var til drápið og tað haldi eg ikki hóskar til eitt grindadráp.

Kanska eg eri blivin eldri, men at síggja hendan vatnskutaran spæla sær ímillum hvalirnar hóskaði mær illa.

Tað blivu umleið 100 hval og hon verður býtt í drápspartar og nakað blívur koyrt til Eysturoynna.

Skorið verður upp í Norðdepli og lýst verður á Norðlýsinum nær tað verður.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *