Ferðavinna Politikkur Tíðindi

Gongd í bø og haga.

Eftir at ein útlendskur myndamaður hevur givið ilt av sær, tí hann ikki slapp at hóreiggja sær, sum hann vildi í bø og haga, tá hann var í Føroyum í summar, hevur eitt ávíst orðaskiftið tikið seg upp.

Vit hoyra aftur um “óskipaði viðurskiftir”, “ruðuleika” og viðurskiftir sum minna um “wild-west”. Orsakað av øllum hesum ruðuleikanum, mugu vit beinavegin fáa greiðar mannagongdir v.m.

Tað eru tey somu, Visit Faroe Islands og ferðaskrivstovur, sum koma við slíkum úttalilsum. Tey halda tað vera sjálvsagt, at ferðavinnan skal vinna pening við at brúka privatu ognina hjá øðrum.

Funnist verður at hagastýrisformonnum, seyðamonnum, bøndrum o.ø. sum dagliga røkja bø og haga, tí hesi krevja pening frá ferðafólki, sum brúka teirra privatu ogn.

Boðskapurin er greiður. Ferðavinnan skal hava ræðið og avgera, hvør skal sleppa inn á privata ogn hjá øðrum. Tey skulu hava ræði á, hvussu tey skulu uppføra seg og ikki minst, hvussu nógvan pening tey ferðandi skulu gjalda, og hvat peningurin skal brúkast til.

Eg havi ikki áður hoyrt um slíkan frekleika.

Veruleikin er, at jarðarviðurskiftini í Føroyum eru sera væl skipaði.

Allar Føroyar eru matrikuleraðar, bæði bøur og hagi, og til hvørt matrikulnummar eru tinglýstir eigarar.

Tað er neyvt lýst í lóggávu, hvussu hagarnir skulu skipast og røkjast, eins og tey lunnindir, sum hoyra til hagan. Tað eru somuleiðis greiðar ásetingar í lóggávu um ferðslu í høgunum.

Tað eru sjálvsagt tey, sum eiga hagan, sum gera av, hvussu ferðslan í haganum skal skipast. Tey hava eisini fullan rætt til at nokta fólki at fara í hagan. Øll kunnu tó ganga eftir beinari bygda-/varðagøtu.

Tey nýggju lunnindini, sum ferðavinnan er blivin hjá summum, eru lunnindir, sum hvør hagi sær hevur fullan rætt at skipa og gagnnýta. Tað eru tey, sum hava sína dagliga gongd í haganum, sum vita best, hvussu hagin skal skipast og røkjast, eisini hvat viðvíkur gongd í haganum.

Tað er sera álvarsamt, tá leiðandi fólk innan ferðavinnuna bera ósannindir um “óskipaði viðurskiftir” og “ruðuleika” fyri at sleppa at gera seg inn á privata ognarrættin.

Tað er ferðavinnan sum eggjar til ólógliga hagagongu, við at marknaðarføra og selja náttúruupplivingar á privatu ognini hjá øðrum, uttan at tey, sum eiga ognina, verða spurd eftir.

Eg vóni ikki, at nakar ætlar at gera lóggávu, sum ger seg inn á privata ognarrættin og rættin hjá jarðaeigarum og bøndrum at skipa egin viðurskifti.

Jacob Vestergaard

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *