Ítrottur Tíðindi

Genturnar buldra víðari

Nevza-kappingin, U17 gentur: Føroyar – Ísland 3-1 (25-23, 25-20, 20-25, 25-13)

Eftir greiða sigurin á Grønlandi fyrr um dagin vistu føroysku genturnar, at mótstøðan fór at vera munandi harðari ímóti Íslandi. Og so varð.

Í fyrsta setti gekk javnt á, og munurin var lítil og eingin at síggja á liðunum. Okkara gentur vóru til seinast avgjørdari og tóku settið 25-23.

Føroysku genturnar koma eftir henda sigur út til 2. sett flúgvandi og vóru eftir stuttari løtu langt frammanfyri. Men Ísland er ikki at spæla við, og til seinast í settinum kom spenningur í aftur. Føroysku genturnar høvdu trupult við at finna loysnirnar at loka settið. Tað eydnaðist tó eftir tógvið stríð, og nú var 2-0 til Føroyar.

Júst hvat tað er við Íslandi, er ilt at siga, tí tær vóru aftanfyri 2-0 ímóti Noregi og berja seg so inn aftur í dystin. Sama hendi í 3. setti, har føroysku genturnar at byrja við vóru langt frammanfyri, men tað var bara ikki nokk, tí Íslendsku genturnar tóku settið 25-20 og vóru nú rættiliga tendraðar.

Spældu sum einglar
Venjarin Romica Øster man hava verið nakað avgjørdur við føroysku genturnar millum 3. og 4. sett, tí í 4. setti spældu genturnar sum einglar og avgjørdu í grundini dystin beinanvegin við støðuni 11-1! Settið endaði 25-13 og dysturin 3-1. Eitt sterkt liðavrik har liðskiparin Inga Helena Henriksen gekk á odda fyri liðið, og Barbara Káradóttir var okkara besti leikari.

Bólkafinala í morgin kl. 10.00 ímóti Noregi
Føroysku genturnar eru ósigraðar og hava fult stigatal, 6 stig eftir fyrsta leikdagin. Bólkafinalan verður í morgin ímóti Noregi, sum eisini hevur vunnið sínar báðar dystir, tó tann ímóti Íslandi 3-2 og hevur tí 5 stig.
Bólkafinalan er kl. 10.00 í morgin og sæst hann her: http://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-a?

Føroyska U17 landsliðið hjá gentum Hanna Iansdóttir Biskopstø, Sofía Weihe Simonsen, Sára Vatnhamar, Katrina Josefina Eliasdóttir, Eva Gunn Niclasen, Barbara Káradóttir, Vár Rajani Færø, Jakobina Joensen, Inga Helena Henriksen, Janna Falkvard, Milja Silvansdóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *