Ferðavinna Lokal tíðindi Tíðindi

Gamal kenningur á Klaksvík, nú Sam er farin á beding

Nú klokkan 11 kom Ternan inn eftir Vágni, hon skal gera farmatúr til Kálsoynna, hetta skrivar Strandferðslan á teirra heimasíðu:

Sam fer á beding 29. oktober

Sam fer á beding 29. Oktober og til uml. 16. november. Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini og Ternan ger farmatúrar.

Ferðaætlan fyri Kalsoyarleiðina og Nólsoyarleiðina frá 29. oktober og til 16. november.

Kalsoyarleiðin

“Jósup“ siglir eftir galdandi ferðaætlan á leið 56: Klaksvík – Syðradalur

Farmatúrar

M/F Ternan siglir farmatúr av Klaksvík kl. 11:00 og av Syðradali kl. 13:00 mánadagar og fríggjadagar.

Farmatúrar verða sigldir hesar dagar:

Mánadag: 29/10, 5/11, 12/11.

Fríggjadag: 2/11, 9/11 og møguliga 16/11.

Broytt ferðaætlan fyri leið 506

Meðan Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini koyrir bussleiðin í Kalsoynni til og frá øllum túrum hjá Jósupi. Ferðaætlanin sæst her.

Nólsoyarleiðin

Meðan M/F Ternan siglir farmatúrar í Kalsoy, røkir Jósup siglingina á Nólsoyarleiðini.

Mánadag 29/10, 5/11 og 12/11 siglir “Jósup” túrarnir av Tórshavn kl. 12:30 og úr Nólsoy kl. 13:00. Túrarnir av Havnini kl. 09:30 og úr Nólsoy kl.10:30 verða ikki sigldir fríggjadag 2/11, 9/11 og møguliga 16/11. Tó verða túrarnir av Tórshavn kl. 12:30 og úr Nólsoy kl. 13:00 sigldir hesar fríggjadagar.

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.