Heilsuverkið Lokal tíðindi Tíðindi

Gakk ella renn – Kom við!

Leygarmorgunin 13. oktober kl.11 seta vit hol á heystfrítíðina við einum frískum og góðum gongu/rennitúri. Túrurin byrjar og endar við Býráðshúsið, har kommunan bjóðar fríska frukt omaná.

Treysti skipar regluliga fyri gakk ella renn-túrum, har fokus er á rørslu og hugnaliga samveru, og hetta hóskar so væl saman við verkætlanini ABC fyri sálarligari heilsu, sum Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur í, at kommunan ynskir at samstarva við Treysti um ymisk heilsufremjandi tiltøk og átøk, sum felagið javnan tekur stig til.

Vit leggja fyri longu leygardagin 13. oktober, tá Gakk ella renn fyri heilsuna hjá Treysti byrjar og endar við Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu. Túrurin byrjar kl. 11, og vit ganga ella renna í 15 minuttir, áðrenn vit venda og ganga ella renna aftur til Býráðshúsið, har okkurt gott fæst at leggja undir tunguna.

Bæði Treysti og Klaksvíkar kommuna vóna, at tiltakið leygardagin gerst byrjanin uppá eitt regluligt og skipað samstarv til frama fyri rørslu og heilsu. Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur í verkætlanini ABC fyri sálarligari heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, og boðskapurin í tí verkætlanini er í høvuðsheitum, at vit kunnu fremja okkara sálarligu heilsu við at vera virkin, saman og hugbundin. Í hesum sambandi er samstarvið við Treysti sera væl hóskandi, og bæði Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndunum hjá Býráðnum gleða seg til túrin leygardagin.

– Treysti hevur í nógv ár verið ein savnandi og heilsufremjandi felagsskapur, og tey seta javnan sín dám á býarmyndina við øllum møguligum tiltøkum, og hesum ynskja vit sum kommuna at stuðla og taka virknan lut í, so eg gleði meg ordiliga nógv til túrin leygarmorgunin og vóni sjálvandi, at nógv nýta høvið at koma við ein túr, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Sum trivnaðarnevndarforkvinna umboðar Beinta Klakstein kommununa í verkætlanini ABC fyri sálarligari heilsu saman við Anju Olsen, samskipara. Høvuðsboðskapurin í ABC er at vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin, og hetta ynskir kommunan at varpa ljós á í samband við øll hóskandi tiltøk, sigur Beinta Klakstein.

– Heilsufremjandi tiltøk kunnu vera so nógv, og tað týdningarmesta í tí er, at vit eru virkin saman og kenna okkum sum part av einum felagsskapi av einum ella øðrum slag, tí tað samanhaldið er balsam fyri okkara sálarligu heilsu. Í hesum føri er tað so eisini dupultur vinningur, tí talan bæði er um eitt heilsufremjandi tiltak í mun til kropsliga og sálarliga heilsu, tí vit her fáa høvið til at vera virkin saman og njóta hugnaliga samveru, ímeðan vit eisini gera nakað gott fyri okkara likamligu heilsu, sigur forkvinnan.

Gakk ella renn fyri heilsuna verður sum nevnt leygardagin 13. Oktober kl. 11. Túrurin byrjar og endar við Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu 32, tað er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *