Heilsuverkið Tíðindaskriv Tíðindi

Fráfaringarløta fyri Magnus Magnussen lækna fríggjadagin kl. 15:00

Í sambandi við, at Magnus Magnussen eftir drúgva tænastu fer frá sum kommunulækni, skipar Klaksvíkar kommuna fyri almennari móttøku í býráðssalinum fríggjadagin 23. november frá kl. 15.00.

Magnus Magnussen byrjaði í starvi sum kommunulækni í Norðoya læknadømi í februar 1995, og hevur tískil starvast sum kommunulækni í kommununi í samfull 23 ár.

Vit vilja saman við honum og familjuni fegnast um og takka fyri drúgva og góða tænastu nógvu árini, og vóna vit at síggja so mong sum tilber til móttøkuna.

Vælkomin til móttøku.

Les eisini: “Síðsti arbeiðsdagur hjá Magnus lækna”

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *