Merkisdagar Tíðindi Tónleikur

Forkunnug og áhugaverd konsert í Christianskirkjuni mikukvøldið 16. Oktober kl. 19.30

Mikukvøldið, 16. oktober kl. 19.30, er kirkjukonsert við CS Nielsen Duo, mannað av Stig Nielsen og Michael Lund, báðir úr Danmark.

Stig Nielsen er 42 ára gamal, og búsitandi á Samsø í Danmark. Hann hevur í mong ár skrivað nógvar sangir, og gjørt løg til teir. Hann spælir í høvuðsheitum gospel, country og balladur, við íblástri frá amerikonskum og anglikanskum mentanum/trúarsamfeløgum. Hann er kendur fyri at hava nógv gott at bera fram, og hevur givið fleiri fløgur út, eitt nú “Jericho Road” , og “Man of the fall”, sum hann hevur móttikið viðurkenningar fyri.

Vit koma at hoyra fleiri av hansara útgávum í gospel og countrystíli, og eisini onnkur gospelløg, eitt nú “John the Revelator”, og eisini løg hjá Hank Williams, eitt nú “I´m So Lonesome I could cry”.

Verið vælkomin á hugnaliga konsert mikukvøldið, 16. oktober kl. 19.30 .

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *