Politikkur

Fólkafloksborgmeistarin Hans Toft hevur sitið longst sum borgmeistari í verandi løtu í Danmark

Hans Toft borgmeistarin í Gentofte hevur sitið longst sum borgmeistari í Danmark í verandi løtu og hevur hann verið borgmeistari í samfull 25 ár.

Fólkafloksmaðurin Hans Toft tók yvir sessin í 1993 og hevur gjørt Gentofte til tað ríkastu kommununa í Danmark og hann er kendur fyri at hava beinini væl plaseraði á jørðini.

Hann hevur gjørt Gentofte til eina sera sterka kommunu og er at tí gamla slagnum, har hann leggur nakað til síðist og er ikki sum aðrir borgmeistarar í Danmark og í Føroyum, har allir pengarnir skulu brúkast beinanvegin og nakað væl afturat, so onnur sum koma seinni, skulu taka teirra lort upp (politikkinum hjá samgonguni og Klaksvíkar Kommunu).

Hann er sera tvørur og sera lokalur og tað hevur gjørt, at hann hevur reinan meirilutan í kommuni í dag, býtið er hetta:

Konservative: 13
Socialdemokraterne: 2
Radikale Venstre: 1
Venstre: 1
Enhedslisten: 1
Socialistisk Folkeparti: 1

Her meira um Hans Toft, klikk her: “Se Lorrys første portræt af Hans Toft: Allerede den gang en stædig bykonge”

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *