Politikkur Tíðindi

Fólkaflokkurin vil avtaka uppboðssøluna, tað verður gott fyri Norðoyggjar

Norðoyggjar hevur mist 100tals milliónir síðani hendan samgongan hevur tikið við, bæði við uppboðssølum, tilfeingisgjøldum og menningarkvotum, har pengar vera fluttir frá Norðoyggjum og til eitt tómt hol í Tórshavn og nú er netto vinningurin hjá okkara vinnufeløgunum innan fiskivinnuna næstan komin niður á 0,00 kr. og tað kann fáa katastofu fylgur fyri Norðoyggjar.

Í dag leggur Fólkaflokkurin uppskot fyri Løgtingi, har flokkurin vil avtaka uppboðssølu av fiskirættindum. Fundurin byrjar kl. 13.30.

Spennandi at vita, hvat okkara samgongutingfólk í Norðoyggjum hava at siga um uppskoti, Óluva Klettskarð og Jónleif Johannesen.

https://www.facebook.com/Folkaflokkurin/videos/287065651904779/?

Her almennu viðmerkingar hjá Fólkaflokkinum: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum)

Andstøðan hevur undir viðgerðini av uppskotinum hjá samgonguni um fyrisiting av sjófeingi víst á, at útlutan av veiðirættindum umvegis uppboðssølu skapar ótryggleika í vinnuni. So at siga øll vinnan gjørdi í hoyringarskrivum og undir hoyringum í Vinnunevndini vart við, at uppboðssøla av veiðirættindum er stórt afturstig í tí stóru menning, sum vit seinastu árini hava sæð í fiskivinnuni,
síðani seinasta samgonga hækkaði uppsjóvarkvotupartin munandi.
Seinni hava royndirnar við uppboðssølu av fiskirættindum víst, at vinnan hevði rætt. Uppboðssølan hevur verið ein fiasko.

Trygg rættindi eru fyrsta treyt fyri eini skilagóðari tilrættislegging í øllum liðum í vinnuni. Ótryggleiki heldur vinnuni aftur at gera stórar íløgur í nýggj og framkomin skip. Ótryggleiki ger tað trupult at gera langtíðarsáttmálar, sum tá til stykkis kemur tryggja betri prís og trygg arbeiðspláss. Og ótryggleiki ger umstøðurnar at leggja framleiðslu við langtíðarperspektivum til rættis munandi verri.

Dømi um vánaligt úrslit av uppboðssølu eru nú fleiri. Í kappingini um at fáa hendur á rættindum gjørdist størsti parturin av rættindunum at veiða so dýrur, at skipini sótu eftir við halli. Eisini kann prísurin á veiðu broytast. Tá sildin varð seld á uppboðssølu í 2017, var prísurin á góðari leið. Men tá sildin kundi veiðast og síðani seljast, var prísurin í botni. Hetta lýsir greitt, hvørja støðu uppboðssølan kann seta tey í, sum dagliga skulu liva í vinnuni.

Uppskotið tekur av lógarmøguleikan hjá landsstýrismanninum at selja fiskirættindi á uppboðssølu.

SáH

 

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.