Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Fólkaflokkurin – landsfundur í dag tann 17. november

Fólkaflokkurin hevur landsfund  í dag tann 17. november kl.11.00 í Salt á Drelnesi.

Skrá

Kl. 11.00 Jørgen Niclasen, floksformaður, ber fram formansrøðu. Eisini koma tingfólk floksins at leggja fram.

Kl. 12.30 Matarsteðgur

Kl. 13.15 Gestarøðarar:

Bjarni Benadiktson, formaður í íslendska Sjálvstýrisflokkinum og fíggjarmálaráharri. Hann verður 1. Gestarøðarin.

Pól Huus Sólstein, stjóri, fer at leggja fram, har heitið á framløguni er: “Fiskivinnan, ein tíðarspegil”.

Rúnar Reistrup fer leggja fram undir heitinum: “Hvussu fáa Føroyar fleiri nýskapandi vinnur”.

Guðmundur Joensen, stjóri í Ítróttaháskúlanum í Vági, fer at leggja fram um byrjanina av skúlanum og framtíðarvisjónir.

Beinir Johannsen, HUXA, leggur fram uppskot, hvussu vit gera lærlingaøki meira áhugvert hjá ungdómi at søkja.

15.00 Kaffisteðgur

15.15 Orðið er frítt. Øll kunnu leggja fram, viðmerkja, spyrja ella kritisera.

18.00 Samanuntøka.

19.00. Fólkaflokkurin bjóðar døgurða í SALT á Drelnesi.

Fyri fólk norðanfjørðs, siglir Smyril av Havnini kl. 7.00 leygarmorgun og norður aftur av Krambatanga kl. 18.30. Øll eru vælkomin til døgurða. Tá er møguligt at fara norð aftur sunnudag.

Øll fólkafloks áhugað eru so hjartaliga vælkomin.

Fólkaflokkurin

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *