Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Fólkaflokkurin aftur á Fólkating

Sambært veljarakanningunum sær út til, at tað verður sera tætt ímillum teir fýra stóru flokkarnar, Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi, um hvør fer at vinna sessirnar á Fólkatingi. Seinast Fólkaflokkurin hevði sess í Fólkatinginum var í 2005-2007, tá ið fyrrverandi løgmaður okkara, Annfinn Kallsberg røkti fólkatingssessin. Nú er tíðin komin til, at Fólkaflokkurin vinnur eina sessin aftur og at ein borgarlig sjálvstýrisrødd verður at hoyra í Fólkatinginum.

Politikkur snýr seg um diplomati og samstarv, og her hava fólkafloksumboðini havt sera gott orð á sær fyri teirra seriøsa politiska arbeiði. Tá ið eg tosi við danskar politikarar, so hava teir ofta Óla Breckmann og Annfinn Kallsberg á orði, og rósa teimum fyri hegnisliga at tala søk føroyinga, og eisini hvussu teir hava tryggjað Føroyum vunnin rættindi. Besta dømið var góða politiska samstarvið Óli Breckmann hevði við Poul Schlüter, sum uttan iva var orsøkin til, at Poul Schlüter undirskrivaði avtaluna um at geva føroyingum rættindini til ráevnini í føroysku undirgrundini. Somuleiðis tryggjaðu somu fólkatingsumboð hjá Fólkaflokkinum bankaavtaluna, sum hevði eitt virði á leið 2,5 milliardir fyri Føroyar.

Undir hesum valstríðnum um fólkatingsessirnar hevur eitt heldur óvanligt kjak stungið seg upp. Onkur vil vera við, at vit eiga at avtaka fólkatingsessirnar, og onnur boða frá, at verða tey vald, skal sessur teirra standa tómur. Í grundini átti mann bara at ypt øksl, og latið hetta farið aftur við borðinum sum óseriøst upplop fyri at gera seg sjónligan. Men onkursvegna eigur hetta ikki at fara óátalað aftur við borðinum. Fólkatingssessurin er ein týdningarmikil pallur fyri Føroyar. Fólkatingið er eitt parlament, ið støðugt viðger føroysk viðurskifti og lóggávu, sum hevur við føroysk viðurskifti at gera, og tí er tað at gera gjøldur við føroyingum og ávirkanina, vit politiskt kunnu hava á øll føroysk viðurskifti.

Fyri okkum føroyingar hevur tað týdning at vinna Føroyum atgongd i alskyns fora, sum hava týdning fyri Føroyar, eitt nú Arktiska ráðnum, Norðurlandaráðnum, altjóða hvalaveiðifelagsskapinum vm., tí vit ynskja at hava ávirkan á føroysk áhugamál. Men fyri summi er tað av alstórum týdningi, ikki at hava ávirkan á føroysk áhugamál í Fólkatinginum, har sum uttan iva allarflest føroysk áhugamál verða viðgjørd. Her lekur alvorliga ímillum teori og praksis. Sjálvandi skulu Føroyar hava umboðan i Fólkatinginum, so leingi sum føroysk áhugamál verða viðgjørd har, og so leingi vit hava ta skipan, vit hava við danir.

Tað er umráðandi, at eitt umboð verður valt í Fólkatingið, sum veruliga vil arbeiða til frama fyri føroyskum áhugamálum og tryggja føroyingum rættindi. Til seinasta fólkatingsval megnaðu miðlarnir at tekna eina mynd av hvør hevði møguleika at vinna ein sess, og hvør ikki hevði nakran møguleika. Hetta ávirkaði eisini úrslitið soleiðis, at endin varð, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vunnu báðar sessirnar. Vónandi eydnast tað ikki aftur miðlunum at peika út vinnarar og taparar fyri at ávirka valið. Valið liggur nú í hondunum á føroyingum, og tað skal vera mín vón, at tað aftur verður ein fólkafloksrødd at hoyra í

Fólkatinginum, sum á ein samstarvssinnaðan og virðiligan hátt fer at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum.

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til Fólkatingið

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *