Merkisdagar Tíðindi Tónleikur

Føroysk jólagudstænasta og jólaheilsanir í Aarhus

Leygardagin 15. desembur kl 14:30 verður føroysk jólagudstænasta í Skt. Johannes Kirke, á Trøjborg i Aarhus.

Prestur verður Borgny Susanna Brünings-Hansen, sum er føroyskur prestur í Keypmannahavn. Organistur verður Jóannes Nólsøe.
Áarljóð, tað føroyska kórið hjá okkum í Aarhus, vil framføra fyri okkum og syrgja fyri at vit koma í jólahýri.

Aftaná jólagudstænastuna bjóðar felagið til jólaveitslu í kirkjuhúsinum, har vit fara at hugna okkum við felagssangi, dansa um jólatræið og kaffi, the og køkum.
Umframt hetta kemur føroyski jólamaðurin eisini at heilsa uppá børnini.

Møguleiki verður eisini at senda jólaheilsanir heim til familju og vinir í føroyum, sum verða sendar í Kringvarpið Føroyar.

Vinarliga gevið boð um, hvussu nógv børn koma, so vit kunnu boða jólamanninum frá 😁

Øll eru so hjartaliga vælkomin ♥

Meira um tiltakið, klikk her, “Føroysk jólagudstænasta í Aarhus”.

Adressan til kirkjuna er: Peter Sabroes Gade 20, 8000 Aarhus C
Adressan til kirkjuhúsið, sum liggur 100 m. frá kirkjuni er: Sankt Johannes Allé 1, 8000 Aarhus C

Vinarliga
Føroyingafelagið í Aarhus og Føroysk Møtir í Aarhus.

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *