Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Føroyingar við til norðurlendska skjótikapping í Noregi

Komandi vikuskifti er norðurlendsk meistara kapping í ítróttar skjóting í Oslo í Noregi.

Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 skjúttar at umboða Føroyar í kappingini. Teir eru Finn Ludvig, Esmar Joensen og Jón Jacobsen í trap, og Jóannis Joensen, Tórur Fløtt og Jóhann Fløtt í skeet. Hesirskulu kappast í leirdúgvuskjóting, við aðrar skjúttar úr Danmark, Finnlandi, Estlandi, Bretlandi,
Íslandi, Noregi og Svøríki.

Føroysku skjúttarnir luttaka sum gestaskjúttar, tí Føroyar ikki er limur í Nordic Shooting Region, men luttøkan er eitt stig á leiðini, fyri at fáa føroyskan limaskap.

Kappingin verður í døgunum 24-26. august 2018.

Heimasíðan hjá Nordic Shooting Region, har tað m.a. fer at bera til at fylgja við úrslitinum, sæst her: “Nordic Shooting Region”

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *