Tíðindaskriv

Føroya Tele er nú góðkent Apple verkstað

Fyrst varð +298 góðkent sum landakota hjá Apple, og nú hevur miðvísa og áhaldandi arbeiðið við Apple aftur givið úrslit. Føroya Tele er nú góðkent Apple verkstað.

Føroya Tele víðkar enn einaferð um samstarvið við Apple og kann nú rópa seg ein “Apple Authorised Service Provider”, og soleiðis fevnir virkisøkið hjá Føroya Tele nú eisini um eitt góðkent Apple verkstað.

– Hetta fer at koma nógvum føroyingum til góðar, at vit nú eru eitt góðkent Apple verkstað. Fyri okkum merkir tað, at vit kunnu veita Apple brúkarum eina enn skjótari og betri tænastu til kappingarførar prísir, og fyri brúkaran merkir tað, at dygdargóða tænastustøðið, sum hann frammanundan hevur fingið frá okkum, verður lyft upp á eitt enn hægri støði, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.

– Sum fjarskiftisveitari í eini lítlari tjóð, kann tað til tíðir tykjast torført at sleppa inn um nálareygað hjá fyritøkum, ið virka á alheimsmarknaðinum. Tískil eru vit sera errin av, at vit á Føroya Tele hava fingið hetta í lag og aftur ganga á odda í framburðinum á føroyska fjarskiftismarknaðinum, staðfestir Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.

Telebúðin er miðdepilin

Góðskustemplið “Apple Authorised Service Provider” merkir í stuttum einki putl og einki fjas, tí tá skal umvælingararbeiðið avgreiðast undir serstakliga vælskipaðum viðurskiftum og við professionellari handfaring.

– Hetta fer at gera tað púra ómakaleyst hjá kundum okkara og Føroya fólki annars at koma inn til okkara við Apple tólum, sum hava tørv á umvæling, sigur Hans Jákup Langgaard, og leggur afturat, at allar umvælingar verða gjørdar til fulnar undir fyrstafloks viðurskiftum, sum er eitt áhaldandi krav frá Apple.

Føroya Tele hevur Telebúðir í Havn, Klaksvík, Saltangará og á Tvøroyri, og Telebúðirnar fara at ganga á odda í arbeiðinum við nýggju Apple tænastuni.

Í samband við Apple góðkenningina bjóðar Føroya Tele kaffi og køkur í øllum Telebúðunum í dag, fríggjadagin 1. juni.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *