Ferðavinna Tíðindi

Føroya Bjór og AIA Tranbjerg eru bara best

Í gjár var eg saman við 14 dønum á vitjan í Føroya Bjór. Har vit fingu ein góða og sera upplýsandi rundvísing av Eyðun Syderbø, har hann fortaldi um søguna hjá Føroya Bjór, um øl framleiðsluna og um nýggju framleiðsuna av Akvavit, Gin, Vodka og Whiskey og endaði rundvísingin á Bryggjarínum við øl smakking av ymiskum vælsmakkandi ølið frá Føroya Bjór.

Danska ferðalagið lat sera væl at og vóru tey sera væl nøgd við túrin á Føroya Bjór og lótu teir heilsa FB fyri góða tænastu.

Hetta eru fólk eg kenni frá tað tíðini eg búi í Aarhus og tá ið eg var ungdómsformaður fyri fótbóltsfelagið í suður Aarhus, AIA Tranbjerg, sum fyllir 100 ár tann 18. august. Her meira um hátíðardagin, klikk her: “100 års jubilæum”

Tosað bleiv um tíðina hjá mær og eftir at undirritaði fór upp til Føroyar aftur, so var ikki so nógv lív í AIA Tranbjerg, løgið nokk segði AIA fólkini :), teir fluttu nakrar seriur niður, men nú eru teir á veg uppaftur og tað var gleðiligt at hoyra.

Hevði eina fantastiska tíð í AIA Tranbjerg, búi beint við fótbóltsvøllin og var á vøllinum hvønn tann einasta dag í 4 ár. Var eisini kritmaðurin hjá AIA Tranbjerg, har eg kritaði allar 12 fótbóltsvøllirnar á Grønløkke, nakrar ferðir um mánaðin, alt ann uppá veðrið, um tað regnaði illa ella ikki.

Vit megnaðu at fáa so nógvar nýggjar ungar limir, at vit settið Jyllandsmet og til endast mátti siga nei til nýggjar limur. Her pástandi eg, at myndirnar, sum vit løgdu út á netið í 100 tali, høvdu sín lut, at luttøkan bleiv so stór og stórur áhugi bleiv á AIA Tranbjerg.

Var eisini í nevndini í Football Festival Denmark, har vit megnaði, at  gera FFD til triðstørstu fótbóltstevnu í Danmark. Fleiri lið frá KÍ vóru við til hesa kapping, ár eftir ár og teimum plagdi eg mær at taka mær av. Her meira um FFD, klikk her “Football Festival Denmark”.

Tað var sera stuttligt at síggja mínar AIA Tranbjerg vinur aftur og vil eg ynskja AIA Tranbjerg hjartaliga tillukku við 100 ára degnum og takk fyri vitjaðina ígjár.

Her nakrar myndir frá ígjár.

SáH

 

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *