Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

FM á langgeil 2018 byrjar ídag

Kl. 09.30 í morgun byrjar Føroyameistarastevnan á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vágifrá ídag 8. til 10. juni 2018.

Hetta verður triðja FM á langeil í røðini, síðani 2015, tá ið vit fingu okkara fyrsta føroyska langhyl, og sum vant eisini síðsti møguleiki at klára kravtíð til altjóða meistarastevnur í summar, sum í ár eru EJM í Helsinki, NMU í Riga og EM í Glasgow.

Eitt yvirlit sæst her yvir fráboðaðar kravtíðir, til nevndu altjóða meistarastevnur í summar. Formella úttøkan verður fyrst aftaná FM á langgeil 2018, men longu nú sær tað rættiliga lovandi út, við evnaríkum kandidatum til allar tríggjar stevnur.

Fyri Ægir verður málið, at fáa so nógvar svimjarar undir krvatíðirnar sum gjørligt.

Væntandi vinnur Havnar Svimjifelag stevnuna, teir hava keypt tveir svimjarar upp frá Danmark og teir eru Óli Mortensen og Alvi Hjelm, so roknast kann við, at teir vinna tað mesta hjá monnum, men Rókur Trygvasson hevur svomið væl í seinastu, so væntandi vinnur hann okkurt gullið til Klaksvíkar.

Hjá kvinnum er Signhild Joensen okkara stóra vón, men fleiri aðrar hava klára seg avbera væl í seinastu kappingunum og tær eru Barbara Debes og Rebekka Trygvadóttir og aðrar liggja eisini framvið og sum tit síggja á myndini, so er onkur flúgvandi 🙂

News.fo verður til FM ídag og vera myndir koyrdar á síðuna seinni ídag ella ímorgin.

Koyr á Ægir.

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *