Bráðtíðindi Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Flogbóltur, A-landsliðið: 6 leikarar fyrsta dystin í morgin

6 leikarar á føroyska kvinnulandsliðnum fáa sín fyrsta A-landsdyst í morgin.

Hesar eru frá vinstru:
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr, Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur, Sirið D. Antoniussen, Mjølnir, Anna Larsen, Alborg (fyrr ÍF), Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast (fyrr Fleyr) og Janna Falkvard, SÍ.

Allar hava verið partur av ungdómslandsliðunum U 17 og U 19, og teirri menningarætlan, sum Flogbóltssambandið hevur skipað fyri gjøgnum árini, eins og fleiri teirra hava royndir frá fremstu deildini í Føroyum, og nu eisini í Danmark.

Dysturin í morgin verður ímóti Írlandi, og verður spældur klokkan 12,00 stóru høllin La Coque í Luksemborg.

Liðið hevur vant nógv saman síðani landskappingin endaði, og hevur havt eina venjing í morgun, eins og ein stutt venjing verður í dystarhøllini í kvøld.

Dysturin í morgin verður stroymdur, og FM 1 hevur eisini beinleiðis frásøgn frá dystinum. Hetta kemur at framganga av heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum.

Hevarar:
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast
Janna Falkvard, SÍ

Miðspælarar:
Sirið Antoniussen, Mjølnir
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Súsanna Sólrunardóttir Ludvik, Fleyr

Kantar:
Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr
Eva Winther Nagata, Aarhus
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir

Diagonalar:
Bára Holm Jacobsen, Fleyr
Hanna Olsen, KÍF

Libero:
Anna Larsen, Aalborg
Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur

Venjari: Lars Engell
Hjálparvenjari: Kristian Mikkelsen
Fysioterpeutur: Katrin Petersen
Liðleiðari: Rúna Hentze
Statistikk: Andreas Zachhau
Dómari: Jan Hentze

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *