Tíðindi Vinna

Fløskumóttøkan hjá Rúsuni virkar sera væl

Fyri einum mánaðinum síðani bleiv gamla fløskumóttøkan skift út í Klaksvík og Rúsan fekk tvær nýggjar automatir, sum virka stak væl, nú teir hava verið í drift í ein mánað.

Jónfríð Eyðunsson og Paul Kjartan Matras lótu sera væl at, tá ið News og Norðoya Portalurin var og vitjaði tey ígjár.

Hin fløskuautomatin stoppaði í heilum og fólk skeldaðu illa og tá høvdu vit bara eina fløskumóttøku og um hon ikki virkaði, so mátti fólkini fara til hús við returfløskunum.

Nú hava vit tvær, sum eru nógv skjótari enn tann gamla og tað hjálpir sera væl og vit kunnu nøkta tørvin hjá okkara kundum og tað sum hevur størsta týdningin, kundarnir eru nøgdir.

Jónfríð Eyðunsson, sum er leiðari á Rúsuni í Klaksvík og Paul Kjartan Matras, sum byrjaði í læru á Rúsuni 1. mai í ár vóru blíð. Eg fekk kaffi og eitt hugnaligt prát, her nakrar myndir frá vitjaðini ígjár.

Takk fyri tit bæði.

SáH

       

 

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *