Lokal tíðindi Tíðindi

Flaggdagshald í Klaksvík

Skrúðgongan fór av parkeringsøkinum við Norðoya Sparikassa og yvir í Vágstún kl. 14.00 flaggdagin 25. januar, har Anfinn Kallsberg flutti fram røðu.

Tað vóru serliga nógv fólk til hetta flaggdagshaldið – tað kendist sum á Norðoyastevnu. Og hugaligt var eisini at síggja mongu gulu og grønu skótarnar – eini 80 í tali við hópin av fløggum. Tað tykist rættiliga, sum skótarnir rættiliga hava ment seg.

Anfinn Kallsberg helt eina serstakliliga góða røðu, har hann tók í flaggsøguna, sum vit kanska kenna hana, men hevði tó fleiri serstøk íkast – eins og frásøgukynstur hansara er serstakt og gott.

M.a. nevndi hann bretska konsulin, Mason, sum var í Føroyum undir krígnum 1940 – 1943, og at tað var honum at takka, at semja fekst um, at Merkið skuldi verða flaggið fyri Føroyar. Hetta var eitt serstakt bragd, tí mótstøðan frá dønum var stór ímóti, at so skuldi verða. Mason var tá rættiliga ungur í politiskum høpi, bert 23 ára gamal, helt Anfinn fyri. Anfinn nevndi eina serliga søgu, har hann við eitt serstakt høvi kom at hitta henda merkisverda mann, Mason, sum tá var 83 ára gamal. Tað var áhuvgavert at hitta henna lítilátna mann við so stórum týdningi, ið hevði tikið eina so týðandi avgerð fyri Føroyar.

Anfinn nevndi eisini, at hann hevði verið skóti og hevði rík minni frá teirri tíðini. Ja, hann hevði við ymsar støður takka fyri, at hann hevði verið skóti, tí lærdómurin hagani hevði verið honum hentur við nógvar ymsar støður, og gagnað honum. Hann eggjaði skótunum til at halda fram við sínum virðismikla arbeiði og virða Merkið – eins og at virða fløggini, aðrar tjóðir bera.

Aftaná hátíðarhaldið í Vágstíni, har sum altíð Klaksvíkar hornorkastur setti dám á løtuna, varð boðið til “Flaggdagskaffi” í KFUM & K.

Ein frálík løta í frálíkum veðri!

Takk til fyrireikararnar, Skótalið Nólsoyar Pálls og KFUM & KFUK-skótarnar

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *