LØGTINGIд19 Tíðindi

Fjølbroyttan býlismarknað til allar føroyingar

Sum valevni Fólkafloksins til løgtingið kann eg bert endurtaka, at allir føroyingar eiga at kunna seta fót undir egið borð.

Uttan fleiri møguleikar at byggja ymisk sløg av húsum og býlum í Føroyum fyri ymiskan prís røkka vit ikki málinum, at allir føroyingar eiga at kunna fáa sær tak yvir høvdið.

Hyggið eftir, hvussu danir gera við nógv betri úrslitum enn vit.

Í Danmark hava tey sethús, eigara- og leigubústaðir, privatar og almennar íbúðir, lutaíbúðir og íbúðarfelg ‘ boligselskab’.

Eisini hava danir ungdóms-, lestrar- og eldraíbúður og bústaðir fyri fólk við avbjóðingum.

Prísirnir á donskum býlum tykjast hóska til allar inntøkur.

Í Føroyum eksplodera, lamentera og planera vit okkara javnstóru (500 m2) grundøki, til vit ikki hava ráð til at byggja.

Sum tingmaður hevði eg virkað fyri málum sum hesum:

1. Vit brúka eina ávísa ‘protektionismu’ sum at forða útlendingum frítt at keypa hús og fastogn í Føroyum, so tey trýsta húsaprísin.

2. Fólk á bygd mugu hava somu møguleikar at fíggja, byggja ella keypa hús sum í Tórshavn og býunum. (Bygdirnar eru bulurin í føroyskari mentan og samleika).

3. Lógar- og regluverkið fyri húsabygging mugu gerast einfaldari, og bygging tí bíligari. (Húsabygging ella húsakeyp mugu ikki vera ‘venjing í einum risa lógar- ella regluverki).

Tað er óðamannaverk, at løgtingið lænir 100-tals miljónir fyri at bíða eftir (í áratíggju), at ein almennur stovnur sum Bústaðir (alt gott um hann), skal byggja 2.000 íbúðir.

Jú fleiri fólk noyðast at leiga sær bústað, jú fleiri passivar og óhjálpnar sosialistar fáa vit í Føroyum.

Vit mugu fáa so nógvar føroyingar sum møguligt at eiga egnan bústað. Bert við flest møguligum sjálveigarum fáa vit virknar landsmenn og kvinnur.

Kommunurnar hava ligið sjóvarfallið av sær í fleiri ættarlið. Tær hava næstan bara stykkjað út 500 m2 í per húski, havt byggisamtyktir og sett byggikrøv, so fólk hava noyðst at bygt so dýrt sum møguligt, nú 100-tals m2 fyri 3-4 mió kr pr. húski við í miðal 4-5 fólkum inni.

Vit mugu brúka føroyskt lendi skilvíst til tví- og raðhús (50-100 m2 pr býli), sum kundu kostað 1-2 mió kr. Øll høvdu havt ráð til at búgva eftir tørvi.

Mítt heitstreingi er: Hóskandi og bíligari bústað.

Veljið Sámal Jákup. Veljið Fólkaflokkin.

Sámal Jákup Sakarisson, lækni og valevni Fólkafloksins:

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *