Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindir

Filmurin “Zacharias” verður nú sýndur í Atlantis Bio

Filmurin um Zacharias Zachariasen verður nú sýndur í Atlantis Bio, fyrsta vikuskifti í mai.

Sýninganar koma á skrá eftir 1 mai og verða kunngjørdar á Atlantis.fo

Samandráttur:
Í árinum 2000 savnaðist eitt filmslið í Hattarvík at gera upptøkur til filmin “Burturhugur – Faroese Observations”. Ein mynd av sjey teimum seinastu fólkunum á hesum fjarskotna plássi.
Ein av høvuðspersónunum í filminum var bóndin Zacharias. Síðani vit í 2016 frættu, at hann var deyður, hevur okkurt áhaldandi eggjað okkum til at leita aftur til allar tímarnar við upptøkum, sum vit tá gjørdu við hesum karismatiska, gamla bóndanum.
Vit fylgdu honum langt tíðarskeið í hansara hóvliga, lítillátna og spakføra gerandisdegi. Bæði í gaman og álvara.
Í hesi nýggju vangamyndini av honum hava vit nýtt oynna og øll gerandismál hansara sum lørift.
Zacharias vísir seg at umboða eina farna tíð í veðurbardum og einføldum rammum. Líkasum ein tann seinasti føroyingurin av sínum slagi gevur hann okkum gávumilt innlit í sína lívssøgu og ikki minst sín litfagra hugaheim við søgum, ið hittinorðaðar verða bornar fram fyri okkum. Og geva vit okkum stundir at lurta og skilja, hvørjum bergi hesin maðurin er brotin av, so hóma vit nakrar hornasteinar, sum hansara bygdarsamfelag var bygt á, eitt samfelag, ið uttan nakrar verðsligar hentleikar og at kalla heilt avbyrgt frá umheiminum, aldi upp menniskju sum okkara høvuðspersón, sum í uppvøkstri sínum fekk við sær ein førning við fínt innstillaðari kumpass at ferðast ígjøgnum lívið við.
Í hesum nýggja filmi verður nógv fokuserað upp á nærveru, fordjúpilsi, innlivan og sum heild tað tølandi og meditativa við steðgum í ljóði og mynd.
Eftir stendur andsøgnin til okkara nútíðar acceleratiónssamfelag so krystalklárt eftir og darrar í myrkrinum.
Við hesum filmi vilja vit lýsa frið yvir mannin og fagna hesum týdningarmikla persóni, sum vit einaferð hittu á leið okkara.

Framleiðsla, leikstjórn, klipping
Teitur Árnason

Myndatøka og ljóðupptøka
Thomas Nikolai Olsen
Nils Martin Lefstad

Tónleikur
Kári Sverrisson
Ljóðviðgerð
Baldur Kampmann

Ljóðbland
Simon Ellegaard
SDI Media

Undirtekstir
Marianna Debes Dahl
Litbland
Nicklas Thiesen
Casablanca Film

Samskipari
Forlagið Fannir / Árni Dahl

Filmurin er 65 min.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *