Fiskivinna Lokal tíðindi Tíðindi Tøkni

Filmssýning: Atlantic – Bardagin um tilfeingið í sjónum í Atlantis tann 11. september kl. 19:30

Ringrás hevur sýnt nógvar náttúru- og umhvørvisfilmar, men Atlantic er tann týdningarmiklasti hagartil. Tí verður hann sýndur í Norðurlandahúsinum, og harafturat í Atlantis Bio í Klaksvík. Báðar sýningarnar eru ókeypis!

Við frásøgu frá Emmy-heiðursløn-vinnandi sjónleikaranum Brendan Gleeson fylgir Atlantic samfelagsgongdini í trimum smáum fiskivinnusamfeløgum – í Írlandi, Noregi og Nýfundlandi – har tey stríðast við at varðveita og verja sín livihátt ímóti alsamt vaksandi búskaparligum og umhvørvisligum hóttanum.

Meðan stóru oljufeløgini troðka seg djypri inn í teirra viðkvæma sjógv, og størstu fiskivinnufeløgini í heiminum trároyna fiskastovnarnar til markið, eru strandasamfeløgini og tilfeingið, tey liva av, um at fara útum mark í ólukkumát.

Atlantic er filmaður í summum av teimum mest fjarskotnu og vakrastu støðunum í Norðuratlantshavinum, har vit koma tætt at nøkrum av mest fangandi persónunum á sjónum, sum við sínum serstaka sjónarhorni geva okkum eitt inniligt innlit í heimsumfatandi kjakið um tilfeingi.

Filmurin varð frumsýndur til Dublin International Film Festival 2016, har hann vann heiðurslønina Best Irish Documentary.

English synopsis:

Narrated by Emmy Award-winning actor Brendan Gleeson, Atlantic follows the fortunes of three small fishing communities – in Ireland, Norway and Newfoundland – as they struggle to maintain their way of life in the face of mounting economic and ecological challenges.

As the oil majors drive deeper into their fragile seas, and the world’s largest fishing companies push fish stocks to the brink, coastal communities and the resources they rely on are fast approaching a point of no return.

Filmed in some of the most remote and breathtaking locations in the North Atlantic, and at close quarters with some of the sea’s most captivating characters, Atlantic brings to the fore three very intimate stories from the global resource debate. It explores how modern day communities must learn from the past, in order to secure a brighter future.

Atlantic debuted at the Dublin International Film Festival 2016, winning Best Irish Documentary.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *