Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi

Fíggjarætlanin 2019: Har ruggar ikki rætt í Klaksvíkar Kommunu?

Hví Norðlýsið og Jógvan Skorheim siga at Klaksvíkar Kommuna repar seglini, tá ið raksturin veksur við 9 milliónum, frá 187 milliónum til heilið 195.900.000,00 kr. ella næstan 200 milliónir í fíggjarætlanini 2019, forstandi eg ikki ordiliga

Forstandi heldur ikki, at man brúkar sama inntøkugrundarlagi sum í fíggjarætlanini fyri 2018, nevnliga 270 milliónir, tá ið man í fjølmiðlunum boðar frá, at inntøkurnar fara at minka í stórum og man verður noyddir at halda aftur í íløgunum og ongin avdráttir vera goldnir, tá ið íløgurnar eru nøkunlunda tær somu sum í 2018, sjá fíggjarætlanir fyri 2017, 2018 og 2019 niðanfyri.

Taka vit íløgurnar fyri 2019, so vera tær 66.5 milliónir og tær vóru 72.6 milliónir í 2018, men taka vit ovurhonds stóru hækkingini í rakstrinum og leggja hann afturat íløgunum 66.5 mill. + 8.9 mill., ja so gevur tað eina hækking uppá 2.8 millionir, tí tá koma samlaðu útreiðslur/íløgur uppá 75.4 milliónir og samlaðu útreiðslur/íløgur í fíggjarætlanini fyri 2018 vóru 72.6 milliónir, sostatt hava vit ikki repa seglini, men heldur økt um útreiðslurnar við 2.8 milliónum.

Tíðirnar hava ongantíð verið so góðar sum júst nú og tí er tað ein katastrofa, at vit ikki hava betalt avdráttir niður bæði í 2018 og ikki fara at betala avdráttir í 2019.

Um ein situr í samgonguni í Klaksvíkar Býráð, so er man ikki noyddir at brúka allar pengarnar og slett ikki teir, sum man hevur uppspart beinanvegin og man behøvist heldur ikki at økja útreiðslurnar við risa fetum hvørt ár, tað átti Jógvan Skorheim sagt okkum borgarum, heldur enn at vaska sínar hendur og siga at fiskivinnan hevur alla skyldina, hatta er ov bíðligt Jógvan Skorheim.

Har manglar fíggjastýring og leiðslan í Klaksvíkar Kommunu og hevur núverandi leiðsla alt ov frítt spæl, har pengarnir fossa út úr kommunukassanum hvønn dag.

Andstøðan er alt ov veik og átti at tikið fleiri stór mál upp, sum ivamál eru um í býnum, men frægast er einki at gera, tí so er friður í dunnuhylinum og nú nærkast eisini jól og tað plagar man at siga er ein friðartíð.

Men tað ruggar ikki rætt í Klaksvíkar Kommunu, tað munnu vit øll vera samd um.

Livst so spyrst.

SáH

 

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *