Lokal tíðindi

Ferðslutrygdin á Skúlatrøð

Í samband við, at arbeitt verður við at betra um atkomuviðurskiftini og ferðslutrygdina á Skúlatrøð, er vegarbeiði á skránni við Gerðagøtu sunnanfyri sjálvan skúlan.

Arbeiðsøkið fevnir um strekkið millum frítíðarskúlan Snjallubjallu og Tónlistaskúlan, og tað er innhegnað soleiðis, at ikki er gangandi til skúlan eftir gamla Skúlavegi.

Fyri at gera avseting og heintan av skúlabørnum við bili so trygga sum gjørligt, verður tí víst til hinar atkomumøguleikarnar til Skúlatrøð:

  • Møguleiki er fyri avseting omanfyri tónlistaskúlan, haðani trygt er at ganga oman til skúlagarðin
  • Møguleiki er eisini fyri avseting longri vesturi á Gerðagøtu, haðani trygt er at ganga til skúlaøkið, antin framvið Skótahúsinum ella eftir gongugøtuni framvið Ósánni
  • Harumframt eru atkomumøguleikar eisini eftir Ósavegnum og Heygavegnum

Vegarbeiðið við Gerðagøtu heldur fram komandi tíðina og fevnir eitt nú um av- og ásetingarpláss, atkomuviðurskifti til Býarbussin og ferðsluljós, sum tilsamans skulu betra og økja um atkomuviðurskifitni og ferðslutrygdina á Skúlatrøð.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *