Ferðavinna Tíðindi

Ferðavinnuavtala undirskrivað

Í morgun skrivaðu Annika Olsen, borgarstjóri, og Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini, undir samstarvsavtalu við Visit Tórshavn. Umboð frá Visit Tórshavn vóru Barbara Samuelsen, stjóri, og Henny á Líknargøtu, nevndarforkvinna í felagnum.

Í avtaluni stendur, at endamálið hjá Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, at marknaðarføra og branda Tórshavn, at menna og kunna um vinnuferðavinnu í kommununi, og at kunna um Tórshavn bæði innan- og uttanlands. Hesum arbeiðinum ynskir Tórshavnar kommuna at stuðla, sum framhald av menning av serliga vinnuferðavinnuni, ið arbeitt verður við í umsitingini.

Í 2019 skal Visit Tórshavn harumframt raðfesta fylgjandi uppgávur og átøk, ið eru lýst í ferðavinnupolitikkinum, sum Tórshavnar kommuna saman við Visit Tórshavn lat gera í 2018: Vinnuferðavinnu, branding av kommununi, talgilda kunning, menningarætlanir og fyrireika útbjóðing av kamping.

Eitt av átøkunum er at fáa til vega ein talgildan kunningarskíggja í Steinatúni umframt at Visit Tórshavn fer at arbeiða meir við at fáa til vega talgilda kunning. Harafturat eru ítøkiligar verkætlanir um at menna ferðavinnuna í Kirkjubø og kampingvirksemið í býnum.

Í næstum verður avtala undirskrivað við Visit Faroe Islands, sum saman við Visit Tórshavn og Tórshavnar kommunu skal lyfta uppgávuna at menna vinnuferðavinnu í Tórshavnar kommunu.

Bogi Andreasen

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *