Ferðavinna Lesarabrøv Tíðindi

Ferðafólk fáa ikki nøktandi upplýsingar um Føroyar

Hóast tað er lágsesong, so var aftur í gjár trupuleikar av ferðafólkum. Hesu ferð vóru tað tveir útlendingar, sum ætlaðu at sláa telt upp og sova á Villingardalsfjalli. Bjargingartyrla og løgregla vórðu boðsend norður til Viðareiðis at leita eftir útlendingunum – og rokningin fyri arbeiðið verður send til Føroya fólk.

Visit Faroe Islands hevur gjørt eitt stórt og flott arbeiði at fáa ferðafólk hendan vegin, men tað eru ikki myndir av Múlafossi ella hvør besta matstovan er, sum vegleiða ferðafólkini í hvussu tey skulu uppføra seg í Føroyum. Um ferðafólkini vistu, at ikki er loyvi at sova í telti aðrastaðni enn á góðkendur støðum, so høvdu tyrla, løgregla og onnur ikki verið noydd at fari til Viðareiðis í gjár.

Tá Local.fo varð stovnað fyri skjótt einum ári síðani, var eitt av høvuðsendamálunum við miðlinum at røkka út til ferðafólk við upplýsing um Føroyar. Men almennu Føroyar hava víst millum lítlan og ongan áhuga fyri verkætlanini. Visit Faroe Islands hevði eina flotta lýsing við leiðreglum til ferðafólk í Local.fo blaðnum seinsta summar, men annars hevur onki verið at hoyrt frá almennu Føroyum.

Ein skjót kanning varð gjørd millum lesararnar hjá Local.fo herfyri, ið vísti at 77% av teimum, sum luttóku í kanningini, ætlaðu sær til Føroyar í 2019. Tískil er hetta ein gyltur møguleiki at upplýsa teimum fleiri enn 1500 dagligu lesarunum á Local.fo, um hvat er loyvt og ikki loyvt í Føroyum – áðrenn tey koma til Føroyar. Tað hevði spart nógvar pengar hjá bjargingarfeløgunum, løgregluni og samstundis hjá føroya fólki.

Ferðafólkatalið økist hvørt ár, og uttan meira vegleiðing til ferðafólk verða tilfeldi sum í gjár á Villingardalsfjallinum, ein byrða fyri Føroyar í summar og í framtíðini annars.

Torleif Joensen
Stjóri á Local.fo

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *