Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

FBF 2019: Mjølnir vann steypafinaluna í stórum stíli

Endiliga er Mjølnir aftur á ovasta tindunum í flogbóltinum í Føroyum og leygardagin vunnu teir í stórum stíli 3-0 á arvafíggindanum Fleyr í steypafinaluni 2019.

Stóri spælarin hjá Mjølnir gjørdist venjarin Phil Freere, har hann ferð aftaná ferð bundraði bóltin í gólvið hjá Fleyr, uttan møguleika hjá teimum at taka ímóti. Tað var ein frægd at síggja hann spæla leygardagin og var hann íblásturin til at Mjølnir vann so diggiliga.

Annars bleiv Thorvald Danielsen dagsins leikari, men skulu vit geva æruna til nakran, so var tað alt liðið, allir leikti sera væl. Stórt tillukku og hatta var ein ordans føðingardagsgáva til felagið.

Steypaflogbóltur, Meistardeild menn: Steypið til Klaksvíkar

Mjølnir – Fleyr, 3 – 0: 25-22, 25-20 og 25-14

Mjølnir:
Aftast frá vinstru: Thorvald Danielsen, Eyðstein Elttør, Trygvi Hoydal Poulsen, venjari, Bjarki Bertholdssen, Páll Heðin í Grund, liðleiðari, Steffan Rosenlund Olsen.
Í miðjuni frá vinstru: Jóhan Dávur Højgaard, Olaf Karstensson Hansen, Trygvi Hansen, Símun Hoydal Poulsen, Jóhan Petur Samson Jónsson. Hansen
Fremst frá vinstru: Arthur Højgaard, Phil Freere, Dávið Hentze, Hanus Hansen, Jón Syderbø.

Fleyr:
Aftast frá vinstru: Jens Heri Bolstad Mortensen, Tórur Paulason, Uni Jacobsen, Hørður Joensen, Suni Juul Pedersen, Rói Hentze, Klæmint Isaksen, Hjalmar Joensen.
Miðjan frá vinstru: Jógvan Gøthe Magnuson, Hans Fróði Jensen, Hans Sejer Tummasarson.
Fremst frá vinstru: Rasmus Potts, Slavisa Tomic, Niels Niclassen, Sjúrður Jensen, Mattias Nolsøe Iskansen

Bestu leikarar:
Mjølnir: Thorvard Danielsen
Fleyr: Slavica Tomic

Kelda: FBF

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *