Tíðindaskriv Tíðindi Tónleikur

Eykasýning av Suðuroyarkabarettini í Norðurlandahúsinum

Eykasýning av Suðuroyarkabarettini 2019 verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 15. Leikstjórið er Jákup Veyhe.

Nú nærkast til Suðuroyar Sjónleikarafelag fer at ferðast við Suðuroyarkabarettini 2019.

Felagið, hevur hildið til og framsýnt í SALT á Drelnes, men nú hava tey eisini valt at royna seg í Norðurlandahúsinum, og her hevur tað eisini verið stórur áhugi fyri Suðuroyarkabarettini 2019.

Sýningin leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum varð útseld eftir fáum døgum. Og tá eftirspurningurin eftir atgongumerkjum enn er stórur, so verður ein eykasýning sunnudagin kl. 15.00.

Nógvur tónleikur er at hoyra og hava tey manning úr bólkinum Asyllex við sær.
Hópurin í Suðuroyarkabarettini gleðir seg til, at fáa nógvar norðingar at flenna í vikuskiftinum.

Kabarettin hevur fingið sera góð ummælið, og fólk eru komin fleiri ferðir aftur at hyggja.

Ummælið um kabararettini sum stóð í in.fo: Suðuroyarkabarettin 2019 er “Eitt brak, eitt show, eitt must.”

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *