Ferðavinna Tíðindi Vinna

Eykajáttanin til Smyril einmælt samtykt í dag

Tað var eitt samt løgting, sum samtyktið eykajáttanina til Smyril við triðju viðgerð í dag. 32 stemmaðu fyri og ongin ímóti.

Jørgen Niclasen Landsstýrismaður legði uppskotið fram, nevndin hevði viðgjørt málið á fundi tann 23. september 2019.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum saman við umboði fyri Strandfaraskip Landsins.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum.

Nevndin er samd um, at eykajáttanir sum meginregla skulu vera útreiðsluneutralar. Hetta ber í sær, at í tann mun útreiðslur verða øktar á einum øki, skulu samsvarandi minkingar fara fram á øðrum økjum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið og sum sagt, so bleiv uppskotið einmælt samtykt í dag.

Almennar viðmerkingar
Hjálagt er eykajáttanaruppskot, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fyri Løgtingið. RLÚúrslitið í uppskotinum er eitt hall á 3,5 mió. kr.

Smyril fer í dokk í Odense mánadagin 23. september 2019, og eru 26,0 mió. kr. játtaðar í fíggjarlógini til endamálið. Hetta er fyri at lúka lógarásett krøv frá Klassanum, soleiðis at skipið kann vera í sigling.

Játtanin fer til sjálva dokkingina, tað vil siga til at gera neyðugar umvælingar og viðlíkahald, og til at leiga avloysaraskip fyri Smyril.

Strandfaraskip landsins upplýsa, at dokkingin av Smyrli fer at kosta 29,5 mió. kr. Um krøvini frá Klassanum ikki verða lokin, kann Smyril fara at liggja til teirra krøv eru fylgd. Sostatt er bráðtørvur á eykajáttan upp á 3,5 mió. kr. Á § 17 Samferðslumál verður biðið um, at løgujáttanin til Strandfaraskip landsins verður hækkað við 3,5 mió. kr.

Viðmerkingar
§ 17 Samferðslumál
Samferðsla og samskifti
17.38.2. Samferðsla
17.38.2.02. Strandfaraskip landsins (Løgujáttan)
03. Suðuroyarskip

Smyril fer í dokk í Odense mánadagin 23. septembur 2019, og eru 26,0 mió. kr. játtaðar til endamálið.

Hetta er fyri at lúka lógarásett krøv frá Klassanum, soleiðis at skipið kann vera í sigling.

Játtanin fer til sjálva dokkingina, tað vil siga til at gera neyðugar umvælingar og viðlíkahald, og til at leiga avloysaraskip fyri Smyril.

Strandfaraskip Landsins upplýsa, at dokkingin av Smyrli fer at kosta 29,5 mió. kr. Um krøvini frá Klassanum ikki verða lokin, kann Smyril fara at liggja til teirra krøv eru fylgd. Sostatt er bráðtørvur á eykajáttan uppá 3,5 mió. kr.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *