Ítrottur Tíðindi

Evropeisku Junior Meistarakappingin er byrjað í Helsinki í morgun

Ægir hevur tveir svimjara við í hesari stóru kappingini og eru tey Rebekka Trygvadóttir og Rókur Trygvason.

Rebekka hevur longu svomu sína fyrstu kapping og var tað í fyrstu kappingin í EJM 2018, 50 metur bringa. Rebekka Trygvadóttir var tilmelda við tíðini 35.29 og hon kom inn við tíðini 35.79, eitt lítið sindur verri enn sína bestu tíð.

Tit síggja kappingin beinleiðis, Klikk her “Evropeiska Junior Meistarakappingin”.

Rebekka Trygvadóttir skal svimja eina kapping afturat í morgun og tað er í 400 metur blandað og tann kappingin byrjar kl. 10.04 og skráin fyri fyrsta kappingingardagin sæst her, klikk her: “Len European Junior Championships Swimming”

Rókur Trygvason skal svimja 200 metur bringu í morgun og tann kappingin byrjar kl. 10.25 føroyskt tíð.

Tað eru seks svimjara frá Føroyum sum luttaka í EJM2018, teir eru Rókur Trygvason, Johan N. Dam, Rani Jacobsen, Rebekka Trygvadóttir, Alisa Vestergård og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.

Góða eydnu øll somul

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *