Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindaskriv Uncategorized

Enn ein løgin eyka úttøka til NMU, EJM og EM 2018

Hevði verið uppá sítt pláss, at Svimjisamband Føroya fortaldi okkum, hví hesir svimjarar blivu úttiknir til NMU, EJM og EM 2018, sjálvt um teir ikki kláraði kravtíðirnar.

Hava teir forbetra seg ella sett persónlig met? ella hví eru tey í heila tikin úttikin?

Tað hevði eisini verið gott fyri restina av svimjarnum í Føroyum at fingið at vita, tí teir flestu svimjarnir stríðast av øllum alvi fyri at klára kravtíðirnar og so sleppa onnur við, sum slett ikki hava klára kravtíðina.

Er tað ein góð grundgeving, so er tað í fínasta íordan, bert ein lítil kunning til okkum fjølmiðlar hevði verið gott, so vit vita mannagongdina í framtíðini.

Í tíðindaskrivinum bleiv ikki kunngjørt, hvørjir venjarar vera við á túrunum. Har vóni eg at SSF ikki bara tekur onkrar tilvildarligar venjarar við, sum als ongar svimjarar hava við á landsliðnum og verður ein tilvildarligur venjari tikin við, so er at seta ein, har allir hennara svimjarar forbetraði seg til FM 2018, also 100%.

Símun á Høvdanum

Her tíðindaskriv frá SSF uttan mynd:

Eyka úttøkur til NMU, EJM og EM 2018

Starvsnevnd SSF samtykti í gjár at taka út fylgjandi svimjarar eyka …

til EM 2018 í Glasgow
Alvi Hjelm (1996), Havnar Svimjifelag
Vár E. Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag

til EJM 2018 í Helsinki

Sára R. Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Rani Jacobsen (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir

til NMU 2018 í Riga

Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Havnar Svimjifelag
Jonna Joensen (2005), Ægir

Hesir svimjarar eru tí eisini bjóðaðir við á landsliðslegu í Havn, nú 16. og 17. juni 2018.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *